Søkt verður eftir handilslærlingi til okkara frálíka flótandi tax free handil umborð á Norrönu

Tú kemur at sigla 4 vikur umborð og verður so eisini 4 vikur heima.

Handilin bjóðar eitt stórt úrval av tollfríðum vørum innan luktilsi, smyrsli, smykkum, leikum, góðgæti og merkisvørum – og so eru eisini nógvir góðir starvsfelagir umborð.

Tú selur, lurtar eftir og prátar við kundar okkara, tekur móti vøru, fyllir vøru á hyllarnar, pyntar handilin og heldur handilin reinan. Tú ert álítandi og fyrikomandi og elskar at royna teg fram.

Lærutíðin er millum 2-3 ár, alt eftir hvat skúlaprógv tú hevur. Tað er eitt krav, at tú hevur FHS, HH, student ella aðra viðkomandi útbúgving.

Er eitt sølufólk í tær, søk so læruplássið hjá okkum. Men bíða ikki ov leingi, tí vit lesa umsóknirnar leypandi.

Send lívsrensl, umsókn og viðkomandi prógv til starv@smyrilline.fo áðrenn 18. oktobur 2021. Ebbe Kristinn Thomsen, okkara handilsleiðari, veit meira. Tú ert vælkomin at ringja til hansara á 34 49 98 ella senda ein fyrispurning á shopmanager@norrona.fo.

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes og fraktfyritøkuna OCD. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið P/F Hotel Hafnia, ið rekur Hotel Hafnia, Hotel Brandan og matstovuna Katrinu Christiansen.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues