Dekkari til Norrönu

Kom og starvast sum dekkari umborð á nýumvældu Norrönu. Vit bjóða eitt starv við skiftisskipan áljóðandi 4 vikur umborð og 4 vikur í landi. Starvið verður sett skjótast gjørligt. 

Uppgávur

Arbeiðið er fjøltáttað og avbjóðandi. Uppgávurnar eru m.a.:

  • Luttaka í arbeiði í samband við raksturin á skipinum
  • Fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
  • Kagtænasta
  • Trygg handfaring av øllum arbeiðsamboðum og allari útgerð umborð
  • Tætt samskifti við tínar starvsfelagar

Tín vangamynd

  • Hevur heilsuprógv
  • Hevur trygdarskeið og brandskeið 
  • Hevur prógv sum fulltikin dekkari Reg. II/5
  • Ert arbeiðssom/samur og umhugsin
  • Ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir

Setanartreytir

Setanartreytir sambært sáttmála millum Sjómannadeild FFs og Reiðarafelagið fyri Handilsskipp.

Freist at søkja

Tú søkir við at brúka frymilin niðanfyri. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við yvirstýrimannin á chief.officer@norrona.fo.

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes og fraktfyritøkuna OCD. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið P/F Hotel Hafnia, ið rekur Hotel Hafnia, Hotel Brandan og matstovuna Katrinu Christiansen.

Starvsumsókn

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues