24. - 27 mars

Sjómannatúrur

Prísur úr

3.490,-

Kom umborð á Norrönu og uppliv sjómanshugnan. Vit ferðast aftur á slóðina, har fleiri av okkara sjómonnum hava siglt í áratíggju – ein túrur, sum bindur søgu, minnir og felagsskap saman.
Gomlu skipini og trækoyggjurnar eru nú skift út við okkara stásiliga flaggskip og nýmótans hentleikar: rúmlig kømur, matstovur, caféir, hitapottar og svimjihyl. Her fært tú góðar umstøður og møguleikan at uppliva ein serstakan og søguligan túr.

Undirhald á túrinum

Á skránni eru bæði framløgur og hugnaligar løtur við sangi og tónleiki. Millum annað fara Jógvan Arge og Sonny Johannesen at siga frá, og John Danielsen fer at standa fyri undirhaldi og felagssangi.

Útferðir á Eysturlandinum

Vit steðga í hálvtannað samdøgur í Íslandi, og útferðir verða gjørdar til Reyðarfjarðar og Eskifjarðar, har vit vitja fleiri áhugaverd søvn.

Sum siður er, vitja vit eisini grøvina hjá teimum sjey av manningini á Riddaranum, sum sjólótust tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi. Hetta er altíð ein virðilig og minnilig løta.

Buffet allan túrin

Morgunmatar- og kvøldarbuffet er íroknað allan túrin.

24. – 27. mars
Úr 3.490,-

Tá 2 ferðast saman

úr 3.490,- fyri hvønn

Einstaklingur

úr 3.640,- fyri hvønn

Íroknað
  • Cruise til Íslands
  • Kamar uttan vindeyga
  • 3 x morgunmatarbuffet
  • 3 x kvøldarbuffet
  • Útferðir

Skráin fyri túrin

Týsdagur 24. mars

13.00

Fráferð úr Tórshavn

14.00

Kunnandi fundur

14.30

Jógvan Arge – Føroyingahavnin blómar – Nógvur fiskur í Grønlandi

16.00

Sonny Johannesen – Fyrri partur

18.00

Norröna Buffet

20.00

Jóan Pauli Joensen – Sjógvurin og vit. Tættir úr sjómenning okkara

20.30

Sjómanshugni við sangi og tónleiki – Robert McBirnie luttekur

Mikudagur 25. mars

07.00 – 10.00

Morgunmatarbuffet

09.00

Lagt verður at bryggju á Seyðisfirði

09.30

Úferð til Reyðarfjarðar og Eskifjarðar har vitjað verður á søvnunum Randulff
Sjóhús, Sjóminjasafn Austurlands, og Jósafat Hinriksson Maritime Museum

15.00

Vit koyra aftur móti Seyðisfirði. Hetta tekur umleið hálvanannan tíma

18.00

Norröna Buffet

20.30

Janus Jensen – Tá sluppin Anna fórst uttanfyri Grindavík á Suðurlandinum í
1924

21.00

Sjómanshugni við sangi og tónleiki – Robert McBirnie luttekur

Hósdagur 26. mars

07.00 – 10.00

Morgunmatarbuffet

10.30

Hitapottarnir hava opið

10.00 – 24.00

Lugarprát og harmonikutónar í Undirhúsinum

13.00

Útferð til Egilsstaðir, har tit gera sum tykkum lystir.

Møguleiki verður at vitja Vök Baths har tit kunnu fara út í hitahyljarnar, og
njóta vælveruna í serstøku íslendsku náttúruni.

15.00

Koyrt verður aftur til Seyðisfjarðar

16.00

Vitjað verður á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum
druknaðu tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi.

18.00

Norröna Buffet

20.00

Lagt verður frá bryggju á Seyðisfirði

20.00

Jógvan Arge – Torkil Máni í havsneyð í 1959

21.00

Sonny Johannesen – Seinni partur

21.30

Sjómanshugni við sangi og tónleiki – Robert McBirnie luttekur

Fríggjadagur 27. mars

07.00 – 10.00

Morgunmatarbuffet

10.30

Lugarprát og harmonikutónar í Undirhúsinum

13.00

Jóan Pauli Joensen – Lívið umborð á sluppunum. 50 ár síðan bókin Færøske
sluppfiskere kom út

16.00

Vit leggja at bryggju

Bóka ferðina her

icon-close