Páskacruise
til Íslands

Fyri hvønn úr

995,-

Ferðast til Íslands í páskafrítíðini og njótið eina avslappandi og hugnaliga ferð saman við familjuni. Umborð á Norrönu kunnu tit spæla borðspøl, fara í biograf, svimja ella bara njóta tíðina saman. Størri børnini kunnu spæla PlayStation í Undirhúsinum, meðan tey smærru hava tað stuttligt á spæliplássinum í Nóatúni.

Svimjihylar og náttúrubað

Á Eysturlandinum eru fleiri heitir svimjihylar og náttúrubað, sum eru ein vitjan verd.  Í Seyðisfirði er ein lítil svimjihøll, men á Egilsstøðum og á Eskifirði eru eisini uttandura svimjihylar við rutsjibanum. Uttan mun til vind og veður er tað ein lekkur uppliving. Eisini viðmæla vit náttúrubaðið Vök, ið liggur á Egilsstøðum. Ger sum tey lokalu; læt kroppin flóta í flógva vatninum, tak tær av løttum og njót lívið.

Ókeypis páskaregg

Børn, ið ferðast á páskacruise, fáa eitt ókeypis páskaregg.

31. mars – 3. apríl
Úr 995,-
Íroknað
  • Prísur fyri hvønn
  • Cruise til Íslands
  • Kamar uttan vindeyga
Tilkeyp
  • Bilur <1,9m H & 5m L: 599,-
Ferðaætlan

Norröna fer av Havnini týsdag á middegi og kemur til Seyðisfjarðar mikumorgun. Skipið liggur við bryggju til hóskvøld, og tit búgva umborð allan túrin. Fríggjadag seinnapart kemur Norröna aftur til Havnar.

Skráin fyri túrin

Týsdagur 31. mars

Check-in

Vælkomin umborð! Øll børn fáa páskaregg

13.00

Fráferð av Havnini

13.00 – 18.00

Fitnessrúmið er opið

13.00 – 22.00

Møguligt at fara í hitapott

13.45

Sjógvan bjóðar vælkomin

14.00 – 18.00

Svimjihylurin er opin um viðrar

14.00 – 22.00

Biografurin er opin

15.00

Andlitsmáling

17.00

Barnaundirhald

17.30

Smakkiroyndir í Sjóbúðini

20.00

Pubquiz í Laterna Magica

21.00

Livandi tónleikur í Laterna Magica

Mikudagur 1. apríl

09.00 – 18.00

Fitnessrúmið er opið

10.00

Koma til Seyðisfjarðar

10.00 – 18.00

Svimjihylurin er opin um viðrar

10.00 – 22.00

Biografurin er opin

10.00 – 22.00

Møguligt at fara í hitapott

13.00

Barnaundirhald við páskatema í Nóatúni

17.00

Klippa og tekna í Nóatúni

20.00

Gita ein sang við Adrian í Undirhúsinum

21.00

Livandi tónleikur í Laterna Magica

Hósdagur 2. apríl

09.00 – 18.00

Fitnerssrúmið er opið

10.00

Eggjaveiða fyri børn og familjur

10.00 – 14.00

Svimjihylurin er opin um viðrar

10.00 – 22.00

Biografurin er opin

10.00 – 22.00

Møguligt at fara í hitapott

19.00

Undirhald við páskatema fyri børn og foreldur

20.00

Livandi tónleikur í Laterna Magica

21.00

Fráferð úr Seyðisfirði

Fríggjadagur 3. apríl

08.00

Svimjihylurin er opin um viðrar

09.00

Fitnerssrúmið er opið

10.00

Eggjamáling fyri børnum í Nóatúni

10.00

Biografurin er opin

10.00

Møguligt at fara í hitapott

13.00

Páskabingo í Undirhúsinum

16.00

Koma á Havnina

Upplivingar
á Eysturlandinum

Seyðisfjörður

Norröna leggur at á Seyðisfirði. Sjálvur fjørðurin er áleið 17 kilometur langur. Á heimasíðuni hjá Visit Seyðisfjørði ber til at lesa meira um fjørðin, fjøllini og aðrar upplivingar á staðnum.

Vök Baths

Tak tær av løttum í friðsæla náttúrubaðumhvørvinum Vök. Náttúrubaðið er ein jarðhitamiðdepil, sum liggur beint við Egilsstaðir. Einans 30 km frá Seyðisfirði. Náttúrubaðið Vök fær hitaorku sína úr jarðhitaumhvørvinum í økinum. Her kanst tú njóta framúr góða útsýnið yvir sjógvin og vakra landslagið.

Egilsstaðir

Úr Seyðisfirði tekur tað einans ein hálvan tíma at koyra til Egilsstaðir. Sí koyrivegleiðing. Har eru góðir møguleikar til shopping, og so er ein góður svimjihylur í nánd. Eisini er nógv søguligt at síggja og vøkur náttúra. Náttúrubaðið Vök liggur einans fáar minuttir við bili frá Egilsstaðir.

Eskifjörður

Ein tíma við bili sunnan fyri Seyðisfjörð liggur Eskifjörður, sum hevur ymiskt áhugavert at bjóða, hóast tað er ein lítil býur. Svimjihylurin í býnum hevur tveir hitapottar, rutsjubana, og ein langhyl á 25 metrar. Í vetrarhálvuni ber eisini til at standa á skíð.

Bóka ferðina her

icon-close