Luksus fyri serprís

Luksuscruise
til Danmarkar

Tilboð úr

995,-

Njót eitt luksusvikuskifti umborð á Norrönu. Sum nakað heilt serligt bjóða vit nú luksuscruise – ein rúndtúr til Danmarkar, har tú gistir í einum rúmligum og elegantum luksuskamari. Her byrjar frítíðin av røttum: forkela teg sjálvan og ein tú ert góð/ur við – við góðum mati, hugna og øllum teimum heintleikunum, ið gera ferðina minnisríka.

Luksus fyri serprís
Úr 995,-
fyri hvønn

14. novembur

Útselt

28. novembur

úr 995,-

5. desembur

úr 995,-

Avmarkað tal av luksuskømrum á hvørjari fráferð. Bilur kann ikki takast við á hesari ferðini.

Íroknað
  • Fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
  • Cruise til Danmarkar og aftur
  • Luksuskamar ella Nordic Luksuskamar
Tilkeyp
  • Barn 3-11 ár: 498,-
×

Luksuskamar

Eitt rúmligt kamar við dupultsong (160×200 cm), sovisofu (130×210 cm) og kaffimaskinu,  og okkurt leskiligt er eisini í kamarinum. Kamarið hevur egið wc og bað, hárturkara og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til 2-4 fólk, ið ger kamarið sera hóskandi til familjur við børnum.

×

Nordic luksuskamar

Vit hava 34 Nordic luksuskømur, ið liggja á dekk 8, og øll hava frálíkt útsýni. Hvørt kamar hevur eina stóra dupultsong (180×200 cm), umframt eina song, sum kann trekkjast út úr sjálvari dupultsongini (80×190 cm). Kamarið hevur eisini ein hugnakrók í vindeygakarminum, eitt borð og tveir stólar, okkurt leskiligt er eisini í kamarinum, egið wc og bað umframt hárturkara og stikk til rakimaskinu. Kann bíleggjast til upp til 3 fólk.

Bóka ferðina her

icon-close