Við Norrönu til EM-endaspælið

Hondbóltsferð
til Oslo

Prísur úr

3.366,-

Kom við fjepparaskipinum Norrönu til Oslo og stuðla føroyska landsliðnum til EM-endaspælið í 2026. Meðan vit eru í Oslo hava matstovur og barrir opið sum vant. Tollfría sølubúðin er opin, meðan siglt verður.

Norröna verður títt gistingarhús í Oslo

Vit fara at liggja við bryggju á Akershuskai – mitt í hjartanum av norska høvuðsstaðnum. 

Undirhald

Við á ferðini hava vit nakrar av Føroya bestu tónleikarum, sum syrgja fyri góðum stemningi og sangi umborð. Ein kanón-góð skrá fyri túrin kemur seinni. 

Ferðaskrá

Fráferð úr Tórshavn 14. januar kl. 10:00
Koma til Oslo 16. januar kl. 08:00
Fráferð úr Oslo 20. januar kl. 23:59
Koma til Tórshavn 22. januar kl. 21:00

Ver við á ferðini

Tað er avmarkað pláss á ferðini, so tað er at skunda tær, um tú vil tryggja tær pláss á hesi serligu hondbóltsferð. Avgreið tína bílegging á netinum innan 15 min. ella byrja umaftur.

Prísur uttan atgongumerki
Úr 3.366,-
fyri hvønn

Einans couchettir eftir.

Íroknað
  • Ferð við Norrönu Tórshavn – Oslo og aftur
  • Gisting umborð
  • ETS avgjald
Møgulig tilkeyp

Dystirnir hjá Føroyum í undanumfarinum verða spældir í Unity Arena í Oslo 16., 18. og 20. januar. Tú keypir eitt atgongumerki pr. persón, sum er galdandi til allar 3 dystirnar.

Kategori 1:   1.692,- Útselt
Kategori 2:   1.242,-
Kategori 3:   1.000,-
Kategori 4:   655,- Næstan útselt

Sí yvirlit her:

Galdandi fyri hesa ferðina
  • Aldursmark at keypa ferðina er 18 ár.
  • Serligar gjaldstreytir, sí niðast á síðuni.
  • Vit selja eitt kamar til hvørja bílegging.
  • Eitt atgongumerki til hvønn ferðandi til allar dystirnar.
  • Tað er ikki gjørligt at hava bilin við á ferðini.
Atgongumerki
  • Tey, ið hava keypt atgongumerkir, fáa tey sendandi umvegis tpost í heyst.
Dystir
  • 16. januar kl. 20.30: Føroyar-Sveis
  • 18. januar kl. 18.00: Føroyar-Montenegro
  • 20. januar kl. 20.30: Føroyar-Slovenia


Allir dystir eru í Bærum Unity Arena í Oslo.

Undirhald

ROX

ROX osar av lívi og spæligleði. 1-2-3-4 so byrjar tú at tralla við fótinum, smílast og tú fært hug at fara út á dansigólvið.

ROX leggur seg eftir at spæla gyltar klassikarar, og okkurt nýtt er eisini at hoyra. Stílurin varierar millum country, pop, bleytar balladur, glaðan popp og yvir í rock.

Bólkurin er mannaður av: Signar í Homrum – Sang, John Johansen – Bass, Høgni Fagraberg – Guitar, James Olsen – Trummur og Magni Husgaard – Tangentar.

HARALDSEN

HARALDSEN er ein tann mest spennandi og mest eftirspurdi DJ í Føroyum í løtuni.

Handan HARALDSEN er Beinta Haraldsen, sum bæði skapar ein veitsluróm á einum og hvørjum dansigólvi og hugnaligar tónleikaløtur afturvið einum lekkrum kokkteyli.

HARALDSEN spælir tónleik úr nógvum ymiskum sjangrum, sum tilsamans skapa eitt ljóðlandslag, sum er bæði nostalgiskt og nútímans. HARALDSEN er eisini kend fyri at lata nógvar kendar føroyskar sangir í ein heilt nýggjan ham.

HARALDSEN hevur diskað til eina ørgrynnu av tiltøkum kring landið. Nú fer hon at vera við til at skapa góða stemningin umborð á hondbóltsferðini til Oslo.

Guðrun Sólja & Janus Kampmann

Livandi tónleikur við hjarta og sál – Guðrun Sólja og Janus Kampmann hava í meira enn 15 ár skapt tónleik saman, sum rørir og gleðir.

Við Guðrun Sólju sum sangsolisti og Janus á guitar og kór, bjóða tey eina inniliga og professionella tónleikaupplivingi. Tey hava eitt serligt samanspæl, sum byggir á drúgvar royndir og felags kærleikan til góða tónleikin. Repertoirið er fjølbroytt og verður lagað eftir høvinum og stemninginum – alt frá vøkrum balladum til livandi popptónleik, bæði á enskum og á føroyskum.

Rókur Jákupsson Jakobsen

Rókur er ein drivin og royndur sangari og framførari. Hann hevur framført í meira enn 30 ár, so hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Longu sum 15 ára gamal byrjaði hann at framføra alment í Føroyum – og tað hevur hann gjørt síðan. Sama um tú ynskir tónleik við futti í, ella tú ert meira til tann róligari tónleikin, so er hann maðurin til uppgávuna.

Rókur er mest kendur sum frontfigurur í fleiri bólkum, men á hesum túri eru tað hann og gittarin, sum eiga pallin.

Hann hevur áður vunnið heitini Ársins sangari og Ársins Singer-Songwriter, og hevur eisini luttikið í kappingum uttanlands við góðum úrslitum.

Ein serlig sjangra, sum Rókur hevur ferðast nógv í, er júst ítróttarsangir. Hann hevur lagt rødd til fleiri av teimum kendastu føroysku ítróttarsangunum, og tá Norrøna er á tremur við ítróttarspentum fólki, koma hesir sangir helst øllum til góðar.

DJ Ottar

Ottar hevur staðið við pultin síðan 1984, tá hann hann byrjaði at diska í Dallas og Klubbanum. Hann hevur síðan tá hildið lív í dansigólvini kring landið – altíð við tí sama endamálinum, at øll skulu hugna sær og hava tað stuttligt.

Við einum breiðum tónleikaúrvali og góðum eyga og oyra fyri stemningi, leggur Ottar seg eftir at fáa øll við – bæði tey, sum vilja dansa, og tey, sum bara vilja njóta tónleikin.

Tú kanst vænta tær alt frá klassiskum hittum til nýggjari dansitónleik – og kanska onkra nostalgiska perlu, tú ikki hevði hoyrt leingi.

Treytir

Rinda 50% við bílegging.
Restgjaldið fellir 90 dagar áðrenn fráferð.

Um ferðin verður avlýst, verður eitt avlýsingargjald afturhildið, ið er ein prosentpartur av ferðaprísinum, alt eftir nær avlýst verður:

Meira enn 90 dagar undan fráferð: 50%
90-30 dagar áðrenn fráferð: 75%
30-0 dagar áðrenn fráferð: 100%

Bóka ferðina her

icon-close