Vælkomin á eina minnisríka ferð til Eysturlandið – ein túrur, har vit hava hugsað um alt frá byrjan til enda. Vit bjóða eina spennandi skrá við góðum undirhaldi umborð og áhugaverdum útferðum, har ferðafrásøgnir verða á føroyskum. Morgun- og kvøldarbuffet eru sjálvandi íroknað á allari ferðini, so tú kanst bara slappa av og njóta løturnar umborð.
Tað er avmarkað pláss á hesum vælumtókta túrinum, so vit viðmæla at bíleggja pláss skjótast til ber.
Uppliv Eysturlandið við ferðaleiðara
Við Tóru Tóroddsdóttir sum ferðaleiðara vitja vit vakra økið við Mývatn, har Tóra er uppvaksin og greiðir frá náttúruni og lívinum í økinum. Eisini fara vit til Egilsstaðir, har møguleiki verður at vitja Vök Baths – eitt serligt náttúrubað við heitum hyljum og vøkrum útsýni yvir Urriðavatn.
Undirhald umborð
Umborð fer Theodor Eli Dam Olsen at hugleiða um lívið, og Jógvan við Keldu greiðir frá Klaksvíksstríðnum. Martin Joensen fer at hava konsert, og tað verður felagssangur við Ólavi Højgaard og Vestmonnum – sum eisini spæla upp til dans.
5. – 8. mai
Úr 3.490,-
fyri hvønn
5. – 8. mai
Úr 3.490,-
Írokna
- Fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
- Cruise til Íslands
- Kamar uttan vindeyga
- 3 x morgunmatarbuffet
- 3 x kvøldarbuffet
Skráin fyri túrin

Týsdagur 5. mai
13.00
Fráferð úr Tórshavn
14.00
Kunnandi fundur
15.00
Theodor E. D. Olsen – ”Eldri – eldri enn hvør?”
16.00
Sjavsur
18.00
Norröna Buffet
20.00
Martin Joensen – solo tónleikaframførðsla
21.00
Felagssangur við Ólavi Højgaard og Vestmonnum
22.00
Vestmenn

Mikudagur 6. mai
09.00
Lagt verður at bryggju á Seyðisfirði
10.00
Útferð til økið við Mývatn*
19.00
Norröna Buffet
20.30
Jógvan við Keldu – Læknastríðið í Klaksvík og avleiðingar! Jógvan við Keldu hugleiðir í orðum við myndum og sangum.
21.30
Felagssangur við Ólavi Højgaard og Vestmonnum
22.30
Vestmenn
* Tóra Tóroddsdóttir, sum er uppvaksin har á leiðini, fer at greiða frá sjáldsomu náttúruni kring ”Mývatnsveit”, sum økið vanliga verður nevnt í Íslandi. Ávegis til Mývatn er steðgur í Møðrudali. Vit fara at hoyra um Jón Stefánsson, ið var bóndi á staðnum. Eisini verður steðgað við Dettifoss og Selfoss. Aftur á Seyðisfirði seint seinnapartin.

Hósdagur 7. mai
10.30
Sjavsur
13.00
Útferð til Egilsstaðir*
16.00
Koyrt verður aftur til Seyðisfjarðar
18.30
Norröna Buffet
20.00
Lagt verður frá bryggju av Seyðisfirði
20.00
Martin Joensen – solo tónleikaframførðsla
20.30
Theodor E. D. Olsen – ”Fyll lívið við árum – og árini við lívi”
21.30
Felagssangur við Ólavi Højgaard og Vestmonnum
22.30
Vestmenn
* Vitjað verður við Vök Baths skamt frá býnum, har tit fáa høvi at fara út í hitahyljarnar og njóta vælveruna í serstøku íslendsku náttúruni.

Fríggjadagur 8. mai
10.30
Sjavsur
16.00
Aftur á Havnini