Bussferð til Berlin

Prísur úr

11.990,-

Kom við á bussferð til Berlin saman við føroyskum ferðalagi við eini spennandi skrá og áhugaverdum útferðum. Vit leggja ferðina til rættis frá bryggjukantinum í Havn allan vegin til Berlin og heimaftur til Føroya. Túrurin er í juni, tá veðrið plagar at vera av tí besta við lýggjum loti og umleið 20 hitastigum í miðal. Til ber at ferðast sum stakur, sum pør ella vinfólk. Hesin túrurin er sera væl umtóktur, og tí vilja vit mæla til at bóka sum skjótast fyri at tryggja sær pláss.

Útferðir á túrinum

Aftaná at múrurin fall í 1989, er Berlin vorðin ein av framkomnastu býunum í Evropa við einum fjøltáttaðum mentanarlívi. Vit vitja millum annað fangaleguna Sachsenhausen, stasifongslið Hohenschönhausen, og  Olympiastadion, ið eitt nú hýsti Olympisku leikunum í 1936, HM í fótbólti í 2006, og Champions League-finaluni í 2015.

Ferðaskrá 5. – 14. juni

Av Havnini 5. juni.
Koma til Hirtshals 6. juni, og koyrt verður við bussi til Berlin.
Gisting á H10 Berlin Ku’damm í seks nætur.
Fráferð úr Berlin 13. juni.
Vit eru aftur á Havnini 14. juni.

Bílegg áðrenn 1. januar og spar

Um tú bíleggur áðrenn 1. januar, so kanst tú spara 500 kr. pr. persón við at brúka avsláttarkotuna BERLIN.

Bussferð 5. – 14. juni
Úr 11.990,-
fyri hvønn
Íroknað
  • Fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
  • Ferð við Norrönu til Danmarkar og aftur
  • Kamar uttan vindeyga umborð
  • Bussferð til Berlin við donskum bussførara og ferðaleiðara
  • Gisting í 6 nætur á Hotel H10 Berlin
  • Gisting í 1 nátt á Hotel des Nordes
  • Útferðir, sí skrá niðanfyri
  • Morgunmatur á allari ferðini
Tilkeyp
  • Eyka fyri einkultkamar: úr 4.469,-
H10 Berlin Ku’damm****

Vit gista á stásiliga H10 Berlin Ku’damm í býarpartinum Charlottenburg – mitt í býnum og nær við handilsgøtuna Kurfürstendamm. Kømurini eru nútímans innrættað við allari hentleikan, sum hoyrir einum fyrstafloks gistingarhúsi til.
Meira um gistingarhúsið her.

Skráin fyri túrin

Fríggjadagur 5. juni

03.00 Fara av Havnini.

Leygardagur 6. juni

09.30 Fráferð úr Hirtshals móti Berlin, hagar vit koma um kvøldið. Ávegis verða passandi støðgir til máltíðir og hvíld. Gist verður á stásiliga Hotel H10 Berlin.

Sunnudagur 7. juni

10.00 Til gudstænastu í dómkirkjuni í Berlin – Berliner Dom.

14.00 Vitjan á fangaleguni “Sachsenhausen” við frásøgufólki.

Mánadagur 8. juni

10.00 Býarrundtúrur við ferðaleiðara.

Týsdagur 9. juni

Tú leggur sjálv/ur dagin til rættis. Far ein túr til handils, vitja kenda innkeypssentrið KaDeWe ella spáka tær ein túr í býnum.

19.30 Friedrichstadt Palast.

Mikudagur 10. juni

10.00 Vit vitja Olympia Stadion við ferðaleiðara.

14.00 Vitjan á stasifongslinum, Hohenschönhausen, við ferðaleiðara.

Hósdagur 11. juni

Tú leggur sjálv/ur dagin til rættis. Eitt gott hugskot er at vitja museumsoynna, Museumsinseln Berlin.

Fríggjadagur 12. juni

09.00 Fráferð úr Berlin.

22.00 Koma til Flensburg. Vit gista á Hotel des Nordes.

Leygardagur 13. juni

Aftaná morgunmatin verður koyrt seinasta strekkið til Hirtshals.

Sunnudagur 14. juni

22.30 Koma aftur á Havnina.

Aðrar áhugaverdar útferðir

“Berlin on Bike”

Súkklað verður til kend støð í býnum við ferðaleiðara. Tað kann avgjørt viðmælast at fara ein túr við “Berlin on Bike” – felagið hevur nógvar túrar at velja ímillum. Tað kann avgjørt viðmælast at bóka hesar túrar áðrenn fráferð, við at ringja ella skriva beinleiðis til felagið. Tilber eisini at bíleggja á staðnum. Les meira um hesar túrar her.

Túrur við báti

Túrur við báti í kanalunum kring býin. Á heimasíðuni hjá Visit Berlin eru fleiri góð hugskot til bátatúrar. Les meira her.

Parlamentið “Reichstag”

Tað er avgjørt ein uppliving at spáka sær ein túr til Parlamentið í Berlin “Reichstag”. Les meira her, eisini sært tú hvar í býnum tú finnur tað.

Check Point Charlie

Check Point Charlie, ið var eitt tað kendasta staðið millum Eystur- og Vesturberlin frá 1945-1990. Tá tú fert til Berlin, mást tú eisini fara ein túr framvið Check Point Charlie! Les meira um staðið her.

Flúgv við ballón yvir Berlin

Beint við Check Point Charlie, ber til at flúgva við einari ballón. Tá ið tú ert komin heilt upp, fært tú útsýni yvir allan býin, sum er ein ótrúliga vøkur sjón. Les meira her.

Bóka ferðina her

icon-close