Sum nakað heilt nýtt bjóða vit ein binditúr til Íslands — ein túrur, har hugni, íblástur og felagsskapur við stokkum eru í miðdeplinum. Tú býrt umborð, meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá mikumorgni til hóskvøld, og tú fært hópin av spennandi upplivingum bæði umborð og á land.
Undirhald umborð
Vit hava savnað nakrar spennandi røddir innan føroyska bindiheimin.
- Elspa Petersen greiðir frá Marjunarbinding
- Katrina í Geil hevur fyrilestrar um yndistroyggjur
- Herborg Torkilsdóttir skipar fyri “Tógv og tónar”
Harumframt verða kappingar, hugni og livandi tónleikur um kvøldið.
Útferðir á Eysturlandinum
Meðan Norröna liggur við bryggju í Seyðisfirði frá mikumorgni til hóskvøld, fara vit út at uppliva okkara nærmasta grannaland. Vit vitja á áhugaverdum støðum, sum kunnu setast í samband við binding, og koyra eisini ein túr til serstaka náttúrubaðið Vök Baths. Har fært tú møguleikan at njóta vælveru mitt í íslendsku náttúruni.
Buffet allan túrin
Morgunmatar- og kvøldarbuffet er íroknað allan túrin.
12. – 15 mai
Úr 3.590,-
fyri hvønn
12. – 15 mai
Úr 3.590,-
Íroknað
- Fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
- Cruise til Íslands
- Kamar uttan vindeyga
- 3 x morgunmatarbuffet
- 3 x kvøldarbuffet
- Útferðir
Skráin fyri túrin

Týsdagur 12. mai
13.00
Fráferð úr Tórshavn
14.00
Kunnandi fundur
14.00 – 16.00
Katrina í Geil – Lekkrar yndistroyggjur til tín
18.00
Norröna Buffet
20.00
Elspa Petersen – Um Marjunarbinding
21.00
Hugni og livandi tónleikur

Mikudagur 13. mai
07.00 – 10.00
Morgunmatarbuffet
10.00
Lagt verður at bryggju á Seyðisfirði
10.30
Útferð til Egilsstaðir, har lokalar bindikonur bjóða vælkomin í mentunarhúsinum. Síðan verður vitjað á áhugaverdum støðum sum Hús Handanna (kunst og design) og Skemman (Handverksmarknaður).
Møguleiki at keypa sær ábit í Salt bistro ella í matstovuni Glod. Seinni er Minjasafn Austurlands á skránni. Her uppliva tit siðvenjur av binding í Íslandi gjøgnum tíðirnar.
14.00
Bussurin koyrir aftur til Norrønu, men ávegis verður steðgað við Vøk Baths í tveir tímar. Tit fáa høvi at fara út í hitahyljarnar, og njóta vælveruna í serstøku íslendsku náttúruni
18.00
Norröna Buffet
19.30
Tógv & tónar – Herborg Torkilsdóttir
21.00
Hugni og livandi tónleikur

Hósdagur 14. mai
07.00 – 10.00
Morgunmatarbuffet
10.00
Útferð til hugnaligu bygdina Støðvarfjørð. Her verður vitjað á støðum, ið eitt nú sýna fram bindi- og handverksvørur, listahandverk og leirlist. Eisini verður vitjað á fyrrverandi fiskavirki, ið nú er staður hjá kreativum fólki.
13.00
Bindi Pop Up marknaður í mentanarhúsinum á Egilsstøðum. Her verður tógv frá ymiskum íslendskum framleiðarum, bindibøkur, inspiratión, fyrilestrar og bindi café. Íslendskar bindikonur verða til staðar, so her er møguleiki fyri netverkan og nýggjum vinarbondum.
16.00
Koyrt verður aftur til Seyðisfjarðar
18.00
Norröna Buffet
19.30
Tógv & tónar – Herborg Torkilsdóttir
20.00
Fráferð Seyðisfjørður
21.00
Hugni og livandi tónleikur

Fríggjadagur 15. mai
07.00 – 10.00
Morgunmatarbuffet
11.00
Ymiskar kappingar. Kasta uppá, vinda uppá hespu, gera toppar.
13.00 – 15.00
Katrina í Geil – Glað og nøgd í yndistroyggjum
16.00
Vit leggja at bryggju