Farið verður av Havnini fríggjakvøldið 24. oktober kl. 20:00 og komið verður til Hirtshals sunnumorgunin 26. oktober kl. 11:00. Siglt verður heimaftur úr Hirtshals kl. 15:00, og komið verður aftur á Havnina týsmorgunin 28. oktobur kl. 07:30
Bíbliutímar, fyrilestrar, og sangløtur verða umborð, meðan siglt verður. Hesar løtur eru altið gevandi og hugnaligar.
Møguleiki verður at vitja í gongugøtuni í Hirtshals. Ókeypis bussur koyrir frá og til Norrönu. Íroknað er morgun- og kvøldarbuffet á allari ferðini.
Sí skránna niðanfyri.
24. – 28. oktobur
Úr 2.390,-
fyri hvønn
24. – 28. oktobur
Úr 2.390,-
Írokna
- Cruise til Danmarkar
- Kamar uttan vindeyga
- 3 x morgunmatarbuffet
- 3 x kvøldarbuffet
Skráin fyri túrin

Fríggjadagur 24. oktobur
20.00
Fráferð Tórshavn
21.00
Sangløta og kunning. Dia Hvannastein, Eyðun Jacobsen, Búi Guttesen og Oasubrøður

Leygardagur 25. oktobur
07.00
Morgunmatur í Skansagarði
10.0
Sangløta & søgur um sangir við Poul Jóhan Djurhuus
11.30
Bíbliutími, Hjørleif Vang
13.00
Bíbliutími, Páll á Lakjuni
15.30
Teir komu til trúgv umborð – Svenning av Lofti skiftir orð við Menning Jacobsen frá Morskranesi
18.00
Nátturði í Skansagarði
20.00
Felagssangløta. Dia Hvannastein, Eyðun Jacobsen, Búi Guttesen og Oasubrøður

Sunnudagur 26. oktobur
07.00
Morgunmatur í Skansagarði
11.00
Norröna leggur at bryggju, og bussar koyra niðan í hugnaligu gongugøtuna
14.00
Bussarnir koyra oman aftur á bryggjuna
15.00
Norröna setir kós heimaftur móti Tórshavn
15.30
Betania – John í Skemmuni um týdningin hjá samkomuhúsinum í Porkeri
18.00
Nátturði í Skansagarði
20.00
Norröna bíbliuquiz og felagssangløta. Dia Hvannastein, Eyðun Jacobsen, Búi Guttesen og Oasubrøður

Mánadagur 27. oktobur
07.00
Morgunmatur í Skansagarði
10.00
íbliutími, Jógvan Páll Sevdal
11.30
Bíbliutími, Svenning av Lofti
15.30
Felagssangløta. Dia Hvannastein, Eyðun Jacobsen, Búi Guttesen og Oasubrøður
18.00
Nátturði í Skansagarði
20.00
Evangeliið við Poul Jóhan Djurhuus og Ruth Gaardlykke

Týsdagur 28. oktobur
07:30
Leggja at bryggju í Tórshavn