Dagligi raksturin

Norröna er bygd sum bæði ferðafólka- og fraktskip. Hon hevur pláss til tríggjar ferðir fleiri bilar og trailarar sum gamla Norröna. Pláss er til 1.482 ferðafólk og 800 bilar. Norröna tekur 3.250 tons.

Manningin er í mesta lagi 118 fólk og broytist eftir ferðafólkatali. Maskinrúmið krevur ikki, at fólk ganga vakt, og er mannað við 5 fólkum. Við 14 fólkum skulu til fyri at sigla skipið - trý á brúnni, fimm í maskinrúminum, og seks á dekkinum. Tað kostaði € 93,9 milliónir at byggja Norrönu - og svarar hetta til uml. kr. 700 mio.

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi