Svitur

Luksussvitur

Ger ferðina serliga góða við eini rúmligari luksussvitu. Her fáa tit nútímans komfort og fyrstafloks hentleikar – tað rætta valið fyri pør og familjur, ið vilja slappa av og ferðast við stíli.

×

Nordic Svita

Vit hava tvær stásiligar Nordic svitur. Hvør svita hevur eitt sovikamar við dupultsong (180×200 cm) og eina stovu við hornasofu, stóli, flatskermi, spísiborði og skriviborði, og okkurt leskiligt er eisini í svituni. Baðirúmið hevur bæði brúsu og baðikar, wc, hárturkara og stikk til rakimaskinu. Nordic Svitan kann bíleggjast til 2 fólk.

×

Norröna Svitan

Norröna Svitan er rúmlig, og pláss er fyri fimm fólkum. Norröna Svitan hevur eitt sovikamar við dupultsong (180×200 cm), umframt eina song, sum kann trekkjast út úr sjálvari dupultsongini (80×190) og eitt minni kamar við einari koyggjusong (80×200 cm) til børn. I hugnaligu stovuni er ein sofa, lenistólar, spísiborð og okkurt leskiligt. Flatskermur er bæði í stovuni og í sovikamarinum. Harumframt hevur svitan eitt rúmligt baðirúm við bæði baðikari og brúsu, wc, hárturkara og stikk til rakimaskinu. Norröna Svitan kann bíleggjast til upp til 5 fólk.

Onnur kømur

Øll kømur hava flatskerm, klædnaskáp, skriviborð, wc og bað.

Bóka ferðina her