Allar máltíðir við drykkjuvørum til børn úr einans kr. 125 hvønn vegin

Børnini fáa eitt armband, sum gevur atgongd til morgunmat, miðmála og døgurða við einari drykkjuvøru til hvørja máltíð. Vel ímillum; 1 sodavatn, 1 vatn ella juice. Galdandi í The Diner  og í Norröna Buffet.

Les meira um matararmbandið niðanfyri.

Set teg í samband við okkum á 34 59 00 og bílegg matin áðrenn fráferð. Vinarliga upplýs bókingarnummarið við bílegging. Um bílagt verður seinni enn 31 dagar undan fráferð, skal gjaldið verða avgreitt við bílegging. Vit skulu gera vart við, at eftir at ferðin er byrjað, er bert møguligt at keypa matin umborð fyri vanligan prís. 

Lætt sum barnamatur!

Vit hava sett eitt serligt matartilboð saman til børnini.
Í matartilboðnum fáa børnini eitt armband, sum gevur atgongd til morgunmat, miðmála og døgurða við einari drykkjuvøru (1 sodavatn, 1 vatn ella 1 juice) til hvørja máltíð. 

Armbandið er galdandi í The Diner og Norröna Buffet, og barnið má fylgjast við einum vaksnum, tá ið etið verður í matstovunum. Armbandið er ikki galdandi í Simmer Dim. 

Máltíðirnar í The Diner eru galdandi millum kl. 07:00-10:00, 12:00-14:00 og 18:00-20:00.
 

Einvegis prísir
(um bílagt verður áðrenn fráferð)

Føroyar-Danmark ella Danmark-Føroyar
Føroyar-Ísland ella Ísland-Føroyar
 

Barn  (3-11 ár): kr. 125
Umborðprísur: kr. 179

Barn (12-15 ár): kr. 200
Umborðprísur: kr. 289
 

Simmer Dim

Til ber eisini at eta í Simmer Dim saman við vaksnum - tú tekur bara matin, sum tær dámar best frá The Diner ella Norröna Buffet, við inn í matstovuna.


Soleiðis bíleggur tú

Ring og bílegg á 34 59 00, ella skriva til booking@smyrilline.fo.
Tá tú kemur umborð, verður barnaarmbandið útflýggjað í The Diner. 

Minibarr

Minibarr kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Tú fær ymsar leskidrykkir, vín, øl & snacks við í tilkeypinum. Um minibarr ikki er bíløgd, er køliskápið afturlatið.

Til ber at velja ímillum minibarr við ella uttan alkohol. Sí innihaldið niðanfyri.

Minibarr í luksuskømrunum og Suituni er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.
 

Minibar uttan alkohol kr. 89
(prísur umborð kr. 119)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Fanta 33cl.
1 x KitKat
2 x Kims Chips 25g.
1 x Haribo góðgæti 500g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini

 

Minibar við alkohol kr. 129
(prísur umborð kr. 149)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl.
2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl.
1 x Reyðvín Casa Major
2 x Kims Chips 25g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini


Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. ​

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi