Kamar til rørslutarnað

Vit hava 6 kømur av hesum slagnum, og liggja tey á dekk 5 og 6. Hetta kamarslagið er bæði til 2, 3 og 4 fólk, og er innrættað til koyristólbrúkarar. Kamar, baðirúm og gongd eru rúmlig, so fólk í koyristóli sleppa framat. Kømruni hava egið wc og bað við vanligum útbúnaði til fólk við rørslutarni. Neyðstrongur er við høvuðsdyrnar og inni á baðirúmunum. Harumframt hevur baðirúmið lágt vask, hallandi spegil og ein serbygdan stól.

Umframt hetta, er hurðin nóg breið, soleiðis at ein rullustólur lættliga fær koyrt ígjøgnum. Kømruni hava vindeygað og køliskáp. Annars er sami útbúnaður her, sum í hinum kømurunum – hárturkari, handklæði og stikk til t.d. barbermaskinu. Kamarið fyri fólk við rørslutarni hevur vindeyga - umframt hevur kamarið buksupressu, klædnaskáp, seingjarklæði og sjónvarp – kamarið hevur eisini størri gólvvídd enn onnur 4-koyggjukømur.


Kamar til rørslutarnað

Minibarr

Minibarr kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Tú fær ymsar leskidrykkir, vín, øl & snacks við í tilkeypinum. Um minibarr ikki er bíløgd, er køliskápið afturlatið.

Til ber at velja ímillum minibarr við ella uttan alkohol. Sí innihaldið niðanfyri.

Minibarr í luksuskømrunum og Suituni er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.
 

Minibar uttan alkohol kr. 89
(prísur umborð kr. 119)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Fanta 33cl.
1 x KitKat
2 x Kims Chips 25g.
1 x Haribo góðgæti 500g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini

 

Minibar við alkohol kr. 129
(prísur umborð kr. 149)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl.
2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl.
1 x Reyðvín Casa Major
2 x Kims Chips 25g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini


Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. ​

Ger túrin hugnaligari


Fruktkurv:
kr. 79

Fruktkurv & reyðvín 75 cl.:
kr. 314 

Fruktkurv & hvíttvín 75 cl.:
kr. 314

Fruktkurv, sjokoláta og brúsandi vín 75 cl.:
kr. 585

Eyka seingjarklæðir

Um tit eru fleiri fólk í kamarinum, enn har eru sengur, er møguligt at bíleggja eyka seingjarklæðir fyri kr. 70 áðrenn fráferð. Í pakkanum er dýna, koddi, við seingjarklæðum, lak og handklæði.

Um tú ynskir at leiga seingjarklæðir, tá tú kemur umborð, kanst tú gera hetta í móttøkuni á dekk 5 fyri kr. 150. Pakkin við seingjarklæðum verður lagdur í kabinuna. 

Um tú einans ynskir ein kodda við koddavár, er tað eisini møguligt fyri kr. 30.

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi