Familjukamar

Kamarið er best hóskandi fyri familjuna ella fleiri ferðandi, ið ynskja at búgva tætt saman. Kamarið er tvídeilt við hurð ímillum bæði kømurini. Tað eina rúmið hevur dubultsong, ið er 120 cm breið, flatskerm og klædnaskáp umframt wc og bað við brúsu. Hitt rúmið hevur 4 koyggjur, flatskerm og klædnaskáp umframt wc og bað við brúsu, og her kunnu 2 av koyggjunum gerast um til sofur. Á baðirúminum er vanligur útbúnaður, sum hárturkari og stik til t.d. rakimaskinu. Stikk til 240 V eru í báðum kømurum. Min. 5 gjaldandi fólk kunnu gista í hesum kamarinum.

Familjukamar

Luksuskamar

Luksuskømurini liggja á dekk 7. Her verða útboðin 12 av okkara bestu kømurum. Kamarið hevur stóra dupultsong (160x200 cm) og eina sovisofu (130x210 cm) umframt borð og tveir krakkar - og tað er eitt sindur meira gjørt burtur úr innrættingini enn á smærru kømurunum. Í kamarinum er pláss fyri 2-4 fólkum, sum ferðast saman - sostatt rætta loysnin hjá familjum við einum ella tveimum børnum.

Fruktkurv og minibarr eru íroknað prísinum á luksuskømrunum. Minibarrin inniheldur fylgjandi: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Vit viðmæla tykkum at bíleggja í góðari tíð, av tí at kamarið er sera væl umtókt og verður skjótt útselt.


Luksuskamar

4-koyggjukamar við vindeyga

Hetta rúmliga kamarið hevur 4 koyggjur. Niðaru koyggjurnar kunnu lættliga gerast um til sofur. Í kamarinum eru seingjarklæði og handklæði umframt sjónvarp, klædnaskáp, buksupressa og stikk til 240 V. Kamarið hevur egið wc og bað við brúsu. Á baðirúminum er vanligur útbúnaður, sum hárturkari og stik til t.d. rakimaskinu. 4-koyggjukamar kann bíleggjast til minst 3 persónar, ið ferðast saman.


4-koyggjukamar við vindeyga

4-koyggjukamar uttan vindeyga

Hetta rúmliga kamarið hevur 4 koyggjur. Niðaru koyggjurnar kunnu lættliga gerast um til sofur. Í kamarinum eru seingjarklæði og handklæði umframt sjónvarp, klædnaskáp, buksupressa og stikk til 240 V. Kamarið hevur egið wc og bað við brúsu. Á baðirúminum er vanligur útbúnaður, sum hárturkari og stik til t.d. rakimaskinu. 4-koyggjukamar kann bíleggjast til minst 3 persónar, ið ferðast saman.


4-koyggjukamar uttan vindeyga

Minibarr

Minibarr kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Tú fær ymsar leskidrykkir, vín, øl & snacks við í tilkeypinum. Um minibarr ikki er bíløgd, er køliskápið afturlatið.

Til ber at velja ímillum minibarr við ella uttan alkohol. Sí innihaldið niðanfyri.

Minibarr í luksuskømrunum og Suituni er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.
 

Minibar uttan alkohol kr. 89
(prísur umborð kr. 119)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Fanta 33cl.
1 x KitKat
2 x Kims Chips 25g.
1 x Haribo góðgæti 500g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini

 

Minibar við alkohol kr. 129
(prísur umborð kr. 149)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl.
2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl.
1 x Reyðvín Casa Major
2 x Kims Chips 25g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini


Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. ​

Ger túrin hugnaligari


Fruktkurv:
kr. 79

Fruktkurv & reyðvín 75 cl.:
kr. 314 

Fruktkurv & hvíttvín 75 cl.:
kr. 314

Fruktkurv, sjokoláta og brúsandi vín 75 cl.:
kr. 585

Eyka seingjarklæðir

Um tit eru fleiri fólk í kamarinum, enn har eru sengur, er møguligt at bíleggja eyka seingjarklæðir fyri kr. 70 áðrenn fráferð. Í pakkanum er dýna, koddi, við seingjarklæðum, lak og handklæði.

Um tú ynskir at leiga seingjarklæðir, tá tú kemur umborð, kanst tú gera hetta í móttøkuni á dekk 5 fyri kr. 150. Pakkin við seingjarklæðum verður lagdur í kabinuna. 

Um tú einans ynskir ein kodda við koddavár, er tað eisini møguligt fyri kr. 30.

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi