Couchettir

Couchettur eru einfaldar og bíligar loysnir til innivist umborð á Norrönu. Couchetturnar hava 6 koyggjur í hvørjum rúmið og rúma 1-6 ferðandi, felags vesi og brúsa eru úti á gongini. Rúmini eru býtt upp eftir kyni. Couchetturúmini liggja á dekk 2, ið er undir bildekkinum. Um tú bíleggur eina couchette í einum deildum couchetturúmi, er morgunmatur í The Diner við í prísinum.

Um tú ert 1 ferðandi og ynskir eina couchettu, kanst tú vænta, at onnur ferðandi av sama kyni kunnu enda í sama couchetturúmið.

Um tit eru 2-6 ferðandi saman, er møguleiki at bíleggja eitt heilt couchetturúm fyri tykkum sjálvi. Um eitt heilt couchetturúm verður bílagt, kunnu tit blanda kynini. Tá eitt heilt couchetturúm verður bílagt, eru máltíðir ikki við í prísinum, men hetta kann bíleggjast afturat undan fráferð.

Seingjarklæðir eru ikki við í couchettu prísinum. Møguleiki er fyri at bíleggja pakkan av seingjarklæðum fyri 70 krónur undan fráferð. Pakkin inniheldur dýnu, kodda, seingjarklæði, lak og handklæði. Um tú ynskir at bíleggja seingjarklæðir umborð á Norrønu, kanst tú venda tær til móttøkuna á dekk 5. Prísurin er tá 150 krónur fyri hvønn og pakkin verður lagdur í couchettuna stutt eftir bíleggingina.

Viðførisskáp eru á dekk 2 og 7, um tú ynskir at goyma títt viðføri. Skápini eru í tveimum støddum: Tað stóra rúmið er 88cm (djúpt), 60cm (høgt) og 40cm (breitt). Tað lítla rúmið er 78 cm (djúpt), 40cm (høgt) og 30cm (breitt). Prísurin fyri at nýta rúmini er 10 krónur fyri tað minna og 20 krónur fyri tað stóra. Hetta má gjaldast hvørja ferð, skápið verður opnað.


Couchettir

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi