Luksuskamar

Luksuskømurini liggja á dekk 7. Her verða útboðin 12 av okkara bestu kømurum. Kamarið hevur stóra dupultsong (160x200 cm) og eina sovisofu (130x210 cm) umframt borð og tveir krakkar - og tað er eitt sindur meira gjørt burtur úr innrættingini enn á smærru kømurunum. Í kamarinum er pláss fyri 2-4 fólkum, sum ferðast saman - sostatt rætta loysnin hjá familjum við einum ella tveimum børnum.

Fruktkurv og minibarr eru íroknað prísinum á luksuskømrunum. Minibarrin inniheldur fylgjandi: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Vit viðmæla tykkum at bíleggja í góðari tíð, av tí at kamarið er sera væl umtókt og verður skjótt útselt.


Luksuskamar

Kamar við dupultsong og vindeyga

Kømurini við dupultsong liggja á dekk 7. Kamarið hevur vindeyga, flatskerm, hárturkara, 240 volt stikk til barbermaskinu, seingjarklæði og handklæði. Dupultsongin mátar 140 x 200 cm og 3 av síðunum á songini, venda ímóti kamarsvegginum. Kamarið kann bíleggjast til 1 ella 2 ferðandi.


Kamar við dupultsong og vindeyga

2-koyggjukamar við vindeyga

Kamarið hevur tvær undirkoyggjur. Í kamarinum eru seingjarklæði og handklæði umframt klædnaskáp, buksupressa og stikk við 240 V. Kamarið hevur egið wc og bað. Á baðirúminum er vanligur útbúnaður, sum hárturkari og stikk til rakimaskinu.


2-koyggjukamar við vindeyga

2-koyggjukamar uttan vindeyga

Kamarið hevur tvær undirkoyggjur, ið lættliga kunnu gerast til eina sofu. Í kamarinum eru seingjarklæði og hanklæði umframt klædnaskáp, buksupressa og stikk til 240 V. Kamarið hevur egið wc og bað. Á baðirúminum er vanligur útbúnaður, sum hárturkari og stik til rakimaskinu.

Í klárum veðri er høvi  at fylgja útsýninum yvir Norðuratlantshavið, ígjøgnum sjónvarpsins vevmyndatól.  


2-koyggjukamar uttan vindeyga

Minibarr

Minibarr kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Tú fær ymsar leskidrykkir, vín, øl & snacks við í tilkeypinum. Um minibarr ikki er bíløgd, er køliskápið afturlatið.

Til ber at velja ímillum minibarr við ella uttan alkohol. Sí innihaldið niðanfyri.

Minibarr í luksuskømrunum og Suituni er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.
 

Minibar uttan alkohol kr. 89
(prísur umborð kr. 119)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Fanta 33cl.
1 x KitKat
2 x Kims Chips 25g.
1 x Haribo góðgæti 500g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini

 

Minibar við alkohol kr. 129
(prísur umborð kr. 149)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl.
2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl.
1 x Reyðvín Casa Major
2 x Kims Chips 25g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini


Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. ​

Ger túrin hugnaligari


Fruktkurv:
kr. 79

Fruktkurv & reyðvín 75 cl.:
kr. 314 

Fruktkurv & hvíttvín 75 cl.:
kr. 314

Fruktkurv, sjokoláta og brúsandi vín 75 cl.:
kr. 585

Eyka seingjarklæðir

Um tit eru fleiri fólk í kamarinum, enn har eru sengur, er møguligt at bíleggja eyka seingjarklæðir fyri kr. 70 áðrenn fráferð. Í pakkanum er dýna, koddi, við seingjarklæðum, lak og handklæði.

Um tú ynskir at leiga seingjarklæðir, tá tú kemur umborð, kanst tú gera hetta í móttøkuni á dekk 5 fyri kr. 150. Pakkin við seingjarklæðum verður lagdur í kabinuna. 

Um tú einans ynskir ein kodda við koddavár, er tað eisini møguligt fyri kr. 30.

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi