Kømurini umborð

Øll kømur umborð á MS Norrønu, hava egið wc, bað við brúsu og sjónvarp  - men eru annars ymisk á annan hátt; 1 suita, luksus-kømur við dupultsong umframt kømur við 2 ella 4 koyggjum, har møguleiki er at velja um tú ynskir kamar við vindeyga ella ikki.  

Niðanfyri kannst tú lesa meira um tey ymsu kømurini. Øll kømur eru uppreidd við seingjarklæðum og hava handklæði. Fylgjandi rásir verða vístar í sjónvarpinum: DR1, DR Ramasjang, Info-kanal og vevmyndatól, har tú fært møguleika at fylgja við útsýninum yvir Norðuratlantarhavið á allari ferðini. Myndin omanfyri, vísir eitt av okkara luksus-kømurum.

Kundi tú hugsa tær at ferðast í einum av teim 12 luksuskømurunum - ella einum av teim 19 dupultkømurunum, er ráðiligt at bíleggja í góðari tíð – tí hesi kømur verða skjótast útseld.

Um tú velur eitt kamar við vindeyga, er møguleiki at keypa tær minibarr. 

Vit gera vart við at kamarsbýtið, tvs. hvar í skipinum tú fært títt kamar – verður gjørt umborð á skipinum stutt undan fráferð – og at tað er ikki møguligt at bíleggja ávíst dekk ella kamarsnummar. Um tú ynskir at kunna teg meir um ymsu dekkini á skipinum, so er møguleiki at gera tað her.

Minibar - cold beverages & tasty snacks

Um tú bíleggur kamar við vindeyga, er møguligt at bíleggja minibar áðrenn fráferð. This way your minibar will be open and you can enjoy cold beverages and tasty snacks in your cabin. You can choose between minibar with or without alcohol.

Familjukømur

Vel ímillum familjukamar við ella uttan vindeyga. Um tit eru ein familja við børnum, er eitt tvídeilt kamar við hurð imillum bæði kømurini ella eitt luksuskamar við dupultsong og sovisofu eitt gott val.

Les meira
Familjukømur

2-mans kømur

Vel ímillum ein vanligt kamar við ella uttan vindeyga, eitt kamar við dupultsong og vindeyga ella eitt luksuskamar.

Les meira
2-mans kømur

Svitan

Svitan bjóðar nakað heilt serligt, har alt er møguligt.

Les meira
Svitan

Kømur til rørslutarnað

Rúmlig kømur til koyristólsbrúkarar.

Les meira
Kømur til rørslutarnað

Koyggja

Koyggja í deildum 4-koyggjukamari.

Les meira
Koyggja

Couchettir

Couchettur eru einfaldar og bíligar loysnir til innivist umborð á Norrønu.

Les meira
Couchettir

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi