Explorer Shop

Norröna hevur ein nýmótans og fjølbroyttan tollfrían handil á dekk 5. Vit bjóða eitt stórt úrval av vanligum tax-free sølulutum, og afturat hesum eitt breitt úrval av føroyskum og íslendskum designvørum. Í handlinum eru fleiri vakrar føroyskar klædnamerkivørur, sum prýða hillarnar. Eisini bjóða vit hondgjørdar lutir og design lutir frá Danmark, Føroyum og Íslandi. 

Handilsøkið við luktilsum, smyrsli og tilhoyri er størri og meira nýmótans. Her bjóða vit alt frá smálutum til lutir frá teimum kendastu merkjunum. Vitja okkara stóra øki við víni, rúsdrekka og góðgæti. Shoppingmøguleikarnir eru góðir umborð - og prísirnir sera kappingarførir. 

Sí faldaran niðanfyri.

Tollreglur - sí PDF

Minibarr

Minibarr kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Tú fær ymsar leskidrykkir, vín, øl & snacks við í tilkeypinum. Um minibarr ikki er bíløgd, er køliskápið afturlatið.

Til ber at velja ímillum minibarr við ella uttan alkohol. Sí innihaldið niðanfyri.

Minibarr í luksuskømrunum og Suituni er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.
 

Minibar uttan alkohol kr. 89
(prísur umborð kr. 119)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Fanta 33cl.
1 x KitKat
2 x Kims Chips 25g.
1 x Haribo góðgæti 500g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini

 

Minibar við alkohol kr. 129
(prísur umborð kr. 149)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl.
2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl.
1 x Reyðvín Casa Major
2 x Kims Chips 25g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini


Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. ​

Heitir pottar

Her fært tú hita og vælveru við útsýni yvir Norðuratlantshavið.

Heitu pottarnir eru til tín, ið vilt hava eitt sindur meiri. Vit hava tríggjar pottar við heitum sjógvi. Pláss er fyri seks fólkum í hvørjum potti. 

Tá ið tú bíleggur, verða 100 krónur lagdar í goymslugjaldi fyri baðikápu og inniskógvar. Tey verða latin innaftur, tá ið tíðin er farin. So fært tú eisini goymslugjaldið aftur.  

 
Hvar eru pottarnir?

Heitu pottarnir eru í stýriborði har afturi á dekk 7. Tað slepst til pottarnar við at fara gjøgnum gangin út móti kamari 7501 ella upp á Dekk 8 til Sky Bar, og so eru trappur niður til pottarnar. Ein av manningini hjá Smyril Line hevur heitu pottarnar um hendi. Hetta fólkið hjálpir tykkum við øllum.
 

Prísur

Hitapottur (upp til 6 fólk) fyri ein tíma: kr. 199 


Bílegging

Bílagt verður í Sky Bar á dekk 8.
Baðitíðin er ein tíma.
Mælt verður til at halda seg til avtalaðar tíðir.
Heitir pottar kunnu bara bíleggjast umborð.   

Biografurin

Kom og síggj ein góðan film í biografinum. Norröna hevur biograf á 5. dekki beint við mótøkuna, og rúm er fyri 23 fólkum.

Atgongumerki til biografin kunnu keypast í móttøkuni umborð.

Prísur fyri vaksin (16+): kr. 65
Prísur fyri barn: kr. 50

Í biografinum verða einans vístir teir nýggjastu filmarnir, so tað er bara at keypa tær eitt atgongumerki, og tú kanst stytta tær tíðina umborð við einum góðum filmi og onkrum afturvið.

Sum nakað nýtt hava vit nú barnasetur til biografstólarnar, soleiðis at okkara smáu gestir fáa eina enn betri uppliving umborð.

Her á síðuni sært tú eisini eitt tilboð vit hava, um tú ynskir at keypa tær okkurt leskililgt afturvið filminum. Tilboðið kann keypast í móttøkuni.
 

Naust & Sky Bar

Umborð á Norrönu eru tvær kaféir/barrir, sum eru á dekk 5 og 8.

Naust

Njót ein heitan kopp av kaffi ella eitt glas av víni í okkara nýggju Naust kafé á dekk 5. Um dagin kannst tú sita og njóta útsýnið yvir Atlantshavið, lesa eina bók, spæla bingo ella lurta eftir livandi tónleiki saman við bestu føroysku tónleikarunum. Naust tekur ímóti 225 vitjandi og kann eisini brúkast til ráðstevnur, fundarhøli og annað fyritøkuvirksemið.

Sky Bar

Uttandura, men tó væl í lívd fyri regni og vindi. Í Sky Bar kunnu tit keypa øl og aðrar góðir drykkir. Hevur tú hug til okkurt leskiligt afturvið, hava vit eisini køkur, hotdogs og annað. Av tí at barrin er uttandura, kann tað onkuntíð gerast kalt. Hóast vit hava góðar hitalampur, viðmæla vit - serliga um kvøldarnar - at tú letur teg í góð heit klæðir, ætlar tú at sita her leingi. Sky Bar er eisini júst rætta staðið at taka sær av løttum og njóta friðin, sólina ella vakra stjørnuhimmalin yvir Norðuratlantshavið.

Svimjihylurin & fitness

Forkela kropp og sál á dekki 2. Her finnur tú fitnessrúmið, hitarúmið og svimjihylin. Svimjihylurin er afturlatin í vetrarmánaðunum november til mars. Á dekki 2 er eisini eitt fitnessrúm. Har eru nógvar maskinur og amboð at venja við og á. Tað er ókeypis at venja í fitnessrúminum.

Móttøkan

Starvsfólkini í móttøkuni á dekk 5 eru altíð klár til hjálpar.

Ígjøgnum summar–heyst og vár-hálvuna, er móttøkan opin alt samdøgrið.

Í vetrarhálvuni er móttøkan opin frá kl. 08.00  til kl. 23.00, men um tygum hava brúk fyri hjálp uttanfyri hetta tíðarskeið, eru tygum vælkomin at ringja til okkara

 

Fylgjandi eru dømi um, hvat móttøkan kann hjálpa tær við

Uppstigan av kømurum

Upplýsing um bílegging tína, td. hvørjar máltíðir er bílagdar saman við keypi av ferðaseðli

Søla og upplýsingar um úferðir, ið vit selja í Føroyum og Íslandi 

Dagføring av veðurlíkindum

Afturgjald av tollfríðum vørum (tax free seðlar frá Íslandi mugu avleverast til tollarnar í terminalinum í Seyðisfirði)

Goymsluskáp til ferðagóðs

Kølirúm at goyma heilivág

Umbýting av gjaldoyra

 

At keypa í móttøkuni

Atgongd til netið

Góðgæti

Vikubløð

Atgongumerki til biografin

Vegakort

Frímerkir

Minibar til kømurini

Leigu av handkløðum, koddum og seingjarklæðum

Høvuðpínu og sjóverksheilivágur

Internet

Í samstarvi við Telenor Maritime, hevur Smyril Line gjørt tað møguligt hjá øllum ferðandi at fáa atgongd til internetið, meðan siglt verður.

Prísirnir eru hesir:
 
1 tími: kr. 51,80
4 tímar: kr. 66,60
30 tímar: kr. 118,40
48 tímar: kr. 155,40
 
Hetta bíleggur tú á alnótini, og tú kanst rinda fyri tað við VISA-korti. Eisini ber til at keypa ein internetseðil við kotu í móttøkuni, har tú kanst gjalda við reiðum peningi og VISA. Hvør kota kann brúkast til fleiri tól, men bert til eitt tól í senn. Gjaldið er fyri tíðarskeiðið, tú hevur ynskt tær, og ikki fyri tímarnar tú er á netinum. 

Fótbóltsvøllur

Fótbóltsvøllurin er í bakborði á dekki 8, úti á opnum dekki. Eisini er eitt lítið spælipláss til tey smærru børnini. 

 

Play station rúm

Á dekk 6 kunnu tey ungu hugna sær við Play Station spølum saman við øðrum javnaldrum.

 

Spælipláss

Norröna hevur eitt stórt og sera áhugavert spælipláss til børnini at bóltra sær í. Har er klintriborg, rusjibani, klintrineti o.a.

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi