Umborð faldari

Umborð faldari

Vælkomin umborð!

Les á netinum

Norröna - tín flótandi frítíð

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí leingi áðrenn, tú kemur fram til títt frítíðarstað.

Longu tá tú kemur umborð á Norrönu, kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí. Norröna er eitt av nýggjastu skipunum, ið dagliga sigla á Norðuratlantshavi. Á dekkinum er eitt ótrúligt útsýni til allan sjónarringin – aldur, hav og himmal – og tú hevur framúr møguleikar at eygleiða fugl og hval. Innandura hevur Norröna nógv at bjóða gestum sínum. Gastronomiska úrvalið er stórt og spennandi. Hartil er nógv áhugavert, tú sum ferðandi kanst takast við umborð.

Matstovur

Vel millum stóra úrvalið av góðum, løttum mati í The Diner ella stóra vælumtókta sjálvtøkuborðið í buffet-matstovuni. Kundi tú heldur hugsað tær eitt gott kvøld við gourmet mati og góðum víni, so royn okkara frálíku gourmet matstovuna Simmer Dim.

Innkeyp

Vitjið okkara frálíka og útbygda tollfría handil - Explorer Shop. Har er stórt úrval av dygdarvørum til tollfríar prísir. Umframt stórt úrval av luktilsi, smyrsli, smykkum, leiku til bæði smá og størri børn, góðgæti og gávulutum, hevur handilin stórt úrval av bæði føroyskum og útlendskum merkivørum.

Til børnini

Umborð er nógv til tey smáu. Millum annað kunnu tey royna stóra spæliplássið við klintriborg, akibreyt, klintrineti og samvirknum boksibóltum. Har hitta tey javnaldrar, finna sær nýggj vinfólk og kunnu spæla í tímavís. Eisini ber til at fara ein túr í biograf, har barnafilmar verða vístir um dagin, aftaná kunnu tey brúka orkuna í svimjihylinum á dekk 2, ella sparka fótbólt á uttandura fótbóltsvøllinum á dekk 7.

Til handils

Á dekk 5 finnur tú Taks-fría handilin Explorer Shop.

Les meira
Til handils

Heitir pottar

Her fært tú hita og vælveru við útsýni yvir Norðuratlantshavið.

Les meira
Heitir pottar

Naust & Sky Bar

Umborð eru tvær kaféir/barrir, Naust á dekk 5 og Sky Bar á dekk 8.

Les meira
Naust & Sky Bar

Svimjihylur & fitness

Forkela kropp og sál á dekk 2. Her finnur tú fitnessrúmið, hitarúmið og svimjihylin. Svimjihylurin er afturlatin í vetrarmánaðunum november til mars.

Svimjihylur & fitness

Biografurin

Kom og síggj ein góðan film í biografinum.

Les meira
Biografurin

Móttøkan

Starvsfólkini í móttøkuni á dekk 5 eru altíð klár til hjálpar.

Les meira
Móttøkan

Internet

Í samstarvi við Telenor Maritime hevur Smyril Line gjørt tað møguligt hjá øllum ferðandi at fáa atgongd til internetið meðan siglt verður.

Les meira
Internet

Fótbóltsvøllur

Fótbóltsvøllurin er í bakborði á dekki 8, úti á opnum dekki.

Fótbóltsvøllur

Play Station rúm

Á dekk 6 kunnu tey ungu hugna sær við Play Station spølum saman við øðrum javnaldrum.

Play Station rúm

Spælipláss

Norröna hevur eitt stórt og sera áhugavert spælipláss til børnini at bóltra sær í. Har er klintriborg, rusjibani, klintrineti o.a.

Spælipláss

Spælimaskinur

Á dekk 7 er eitt høli við nógvum spælimaskinum.

Spælimaskinur

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi