Mál og politikkur
Leiðslupolitisk yvirlysing
Trygdarpolitikkurin á P/F SMYRIL LINE skal veita fulla vissu fyri at ( t.d. flutningur av ferðafólki og serframleiðslu á einum ro-ro skipi ) ikki er til váða fyri menniskju, ognarlutir ella umhvørvi.
Fyritøkan hevur tessvegna samansett eina umfatandi trygdarætlan, sum lýkur øll ríkisrættar- og altjóðakrøv umframt viðtøkur, lýstar av Klassingarfelagnum?.
Hesar vegleiðingar, sum umfata handfaring av teim flutningsvørum, rakstur av fari og útgerð - umframt sigling til frama fyri:
- at varveita høg trygdarkrøv umborð á skipinum
- vernd av umdøminum hjá fyritøkuni, at henda er ein trygg og vælkvalifiserað fyritøka.
- fyribyrgjan fyri umstøðum, har trygdin er hótt.
- reglulig umsjón av útgerð og gjøgnumgongd av mannagongdum, fyri at tryggja at hesar eru í samsvari við náddum royndum, nýggjari tøknifrøði og broytingum av almennum krøvum.
- íverkseting av vegleiðingum um trygd av allari manning og starvsfólki - og at hesi til einhvørja tíð eru fullfør at fremja ymsu arbeiðsuppgávur sínar.
- semja um at reglugerðir verða hildnar viðvíkjandi fyriskipan av viðlíkahaldi og trygdarkrøvum.
Leiðslu- og umhvørvispolitisk yvirlýsing
Endamálið við umhvørvispolitikkinum hjá P/F SMYRIL LINE er, at ognir hjá fyritøkuni ikki eru til vanda fyri menniskju ella umhvørvið.
At ávísar farmavørur ( ro-ro lastin ) eins og vørur við olju- ella evnafrøðiligum innihaldi, ið verða nýttar í skipsvirkseminum, kunnu vera skaðiligar fyri menniskju ella umhvørvi, um hesar verða handfarnar skeivt.
At tryggja rætta handfaring av øllum farmavørum – umframt vv farmaførum við útgerð, eru ætlanir gjørdar við gjøllari vegleiðing, sum lýsa hóskandi mannagongdir, serskildar hvør sær– ið umfata øll skip.
Endamálið við slíkum vegleiðingum, er at tryggja - at skipini rekast í samsvari við allar ríkisrættar- og altjóða- umframt umhvørvisverndarávísingar.
Ávísingarnar, skulu dagførast so við og við – og skulu altíð vera í samsvari við nýggjastu tøknufrøðiligu menningina, umframt at hædd verður tikin fyri broytingum í krøvum frá myndugleikum og Klassingarfelagnum.
Rús- og alkoholmisnýtslupolitiskar reglar viðvíkjandi atburði og eftirliti
- Alkoholmisnýtsla og/ella annað rúsandi forbrúk er strangliga bannað.
- Maskinmeistarin skal hava eftirlit við, at henda áseting verður hildin.
- Søla av alkohol til manning undir 18 ár, er strangliga bannað – Søla til manning yvir 18 ár er einans loyvd sama dag, sum mynstrað verður av.
- Ikki góðkendur heilivágur, eru strangliga bannaður umborð ( tvs. heilivágur, ið ikki er partur av sjúkraútbúnaðinum á sjálvum skipinum).
- Skiparin hevur evstu ábyrgd av at kanna, um manning ella tænastufólk eru rúsað – við antin at gera royndir frá andadrátti, blóði ella landi.
- Einans við skiftligum loyvi frá skipara, kunnu maskinmeistarin, leiðarin og hotelstjórin bjóða rúsandi løgir frá barrum og matstovum.
- Í minsta lagi 4 ófráboðaðar, tilvildarligar rúsevniskanningar verða gjørdar regluliga, hvørja viku umborð - av skiparanum ígjøgnum alt árið.
- Í minsta lagi 2 ferðir árliga – verður ein rúsevninskanning av manningini framd av sertænastu í landi..
Hesar royndir verða skipaðar av skipaleiðsluni í landi. Legg til merkis, at skipari, yvirmenn ella klassingarfelag, ið ikki fylgir reglunum fyri POLITIK INNAN RÚS- OG ALKOHOLMISNÝTSLU – kunnu rokna við beinleiðis uppsøgn.
Tað er skiparans ábyrgd, at upplýsa øllum tænastufólki umborð ( tvs. flogskiparum, umboðsfólki, tænastufólki o.s.fr. ) um galdandi reglur.
Deildin fyri sjófólk fer at leggja rús- og alkoholmisnýtslupolitisku leiðina fram fyri øllum mannskapinum áðrenn hesi melda seg til.