Skipið lýkur strangastu trygdarkrøv

Vit á Smyril Line ynskja tær vælkomum umborð á Norrönu ávegis til Danmarkar, Íslands ella á Cruise.

Okkara hábærsliga skip er einasta ferjan, sum røkir millumlandasigling við ferðafólki í Norðuratlantshavi alt árið. Gjøgnum tey 38 árini, ið Smyril Line hevur siglt til fastlandið og oyggjarnar í Norðurhøvum – er Norröna vorðin forlongdi armurin á evropeiska rutunetinum.

Meðan tú ferðast yvir hav, syrgja starvsfólk okkara fyri at ferðin umborð á Norrönu gert ein ógloymandi uppliving. Ikki er neyðugt at keða seg umborð. Royn fjølbroyttu matstovur okkara, sum geva tær eina heilt serstaka uppliving, rótfest beinleiðis úr víkingatíðini – ikki at gloyma, at farleiðin er hin sama sum víkingar sjósettu á sinni.

Tíðliga í fyrra túsundáraskiftinum settu norðbúgvar – víkingar – segl ímóti vesturhøvum. Teir sigldu til Onglands, skotsku oyggjarnar og varnaðust nýggj landaøki sum Føroyar, Ísland og Grønland. Víkingar fóru heilt til Vínlands fleiri hundrað ár áðrenn spanska drotningin sendi Columus vestureftir at finna India, men ístaðin kom til Amerika.

Fyri mong av okkara viðskiftafólkum, er ferðin yvir Norðuratlantin eisini ein rannsakanarferð í tí forvitnisliga og ókenda. Mín vón er, at ferð tín verður eins upplivingarrík - og lærurík, sum tú hevði hugsað tær. Vit fara í øllum førum at tryggja at tann parturin av ferðini, ið er umborð á Norrönu gert eitt haldgott minni, sum tú fert at viðmæla vinum og kenningum við hús.

Umborð á Norrönu leggja vit dent á røtur okkara. Tískil eru vit stolt av øllum tí, norðuratlantisk lond hava at bjóða. Hetta sæst aftur í fjølbroytta úrvalinum í handlinum, har vit hava dygdarbestu vørur úr bæði Føroyum, Íslandi og Danmark,  sum á onkran hátt bera afturljóð úr víkingaarvi okkara. Brúka dagin á kanningarferð umborð – far á sóldekki og njót útsýnið yvir havsbrúnni – møguleiki er at síggja hval í farvatninum á leiðini. Ein ferð um norðurhøv er altíð  ein áhugaverd uppliving.

Vit gleðast um at bjóða tær vælkomnum umborð á Norrönu og ynskja tær eina góða og hugnaliga ferð.

Blíðar heilsur
Skipararnir umborð á MS Norrönu

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues