Tvey ymisk sløg av dagsins rætti
Matstovan The Diner bjóðar morgunmat og tvey ymisk sløg av dagsins rætti íroknað salat – og tú er vælkomin at eta so mikið tær lystir. Borðreitt verður um middagsleitið og um kvøldið. Matstovan bjóðar góðan døgurðamat, blíðskap og eitt framúr útsýni yvir Atlantarhavið. Umframt dagligu sertilboðini, er møguleiki at keypa spaghetti bolognese, høsnarunga, vælsmakkandi tvíflísar o.a.
Set teg í samband við okkum á 34 59 00 og bílegg matin áðrenn fráferð. Vinarliga upplýs bókingarnummarið við bílegging. Um bílagt verður seinni enn 31 dagar undan fráferð, skal gjaldið verða avgreitt við bílegging. Vit skulu gera vart við, at eftir at ferðin er byrjað, er bert møguligt at keypa matin umborð fyri vanligan prís.