Vælumtókta sjálvtøkuborðið
Á dekki 6 finnur tú Skansagarður – Norröna Buffet, sum umframt stóra og vælumtókta sjálvtøkuborðið á kvøldi, eisini bjóðar tær morgunmatarbuffet í serflokki. Hvørt kvøld og hvønn morgun kanst tú eta alt tú megnar fyri fastan prís. Tað verður stórur dentur lagdur á at góðskan er av tí besta. Upplatingartíðir til ymisku sjálvtøkuborðini verða sýndar á infokanalini ella við inngongina til Skansagarð á dekki 6.
Set teg í samband við okkum á 34 59 00 og bílegg matin áðrenn fráferð. Vinarliga upplýs bókingarnummarið við bílegging. Um bílagt verður seinni enn 31 dagar undan fráferð, skal gjaldið verða avgreitt við bílegging. Vit skulu gera vart við, at eftir at ferðin er byrjað, er bert møguligt at keypa matin umborð fyri vanligan prís.