Simmer Dim – eitt gastronomiskt nýbrot

Skrivað av Johan Mortensen, matserfrøðingi, 12.09.2017

Tað grør um okkara siglandi gastronomiska fót. Matstovan umborð á Norrönu, Simmer Dim, hevur fingið nýggjan chef kok, nevniliga 37 ára gamla Janus Einar Sørensen. Janus hevur arbeitt á so frægum støðum sum á Koks í Føroyum og donsku matstovunum: Noma, Studio og Almanak og ein av hansara mentorum og kveikjarum er danski kokkurin Torsten Vildgaard, sum stovnaði heimskenda Foodlab hjá Noma. ​
 
Tað sæst at Janus hevur fingið nógvan íblástur frá hesum matstovum. Hansara 5 rætta matskrá umborð á Simmer Dim er løtt, elegant, vælsmakkandi, øðrvísi og er eisini nógv fyri eyguni við vøkrum borðiskum og blómupynti. ​
 
Tað kvøldið vit royndu matskránna var millum annað eitt sera spennandi soð av røstum fiski við dildolju og við »nudlum« av selleri og søtum urtakervili, sera »japanskt«.
Janus ætlar yvirhøvur at nýta føroyskar rávørur, plantur og grønmeti, sum fylgja árstíðini. Yvirtænari er ungi dugnaligi Rani Lamhauge Beder.​

Svein í Heiðunum, sum hevur ábyrdina av Simmer Dim, eigur rós uppiborið fyri so radikalt at hava broytt og hækkað støðið á Simmer Dim.

Ambitiónsstøðið hjá Janusi, Sveini og Rana er sera høgt, so uttan iva fer Simmer Dim at mennast enn meira, til gagns fyri Smyril Line, føroyskari gastronomi og føroyskum mat-og grønmetisframleiðarum.​
 
Simmer Dim er ein sera góð uppliving – bæði hjá føroyingum og útlendingum.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues