Lætt sum barnamatur!

Allar máltíðir við drykkjuvørum til børn úr einans kr. 125 hvønn vegin.

Vit hava sett eitt serligt matartilboð saman til børnini. Í matartilboðnum fáa børnini eitt armband, sum gevur atgongd til morgunmat, miðmála og døgurða við einari drykkjuvøru (1 sodavatn, 1 vatn ella 1 juice) til hvørja máltíð. 

Armbandið er galdandi í The Diner og Norröna Buffet, og barnið má fylgjast við einum vaksnum, tá ið etið verður í matstovunum. Armbandið er ikki galdandi í Simmer Dim. 

Máltíðirnar í The Diner eru galdandi millum kl. 07:00-10:00, 12:00-14:00 og 18:00-20:00.

Einvegis prísir

(um bílagt verður áðrenn fráferð)

Føroyar-Danmark ella Danmark-Føroyar
Føroyar-Ísland ella Ísland-Føroyar

Barn (3-11 ár): kr. 125
Umborðprísur: kr. 179

Barn (12-15 ár): kr. 200
Umborðprísur: kr. 289

Simmer Dim

Til ber eisini at eta í Simmer Dim saman við vaksnum - tú tekur bara matin, sum tær dámar best frá The Diner ella Norröna Buffet, við inn í matstovuna.

Soleiðis bíleggur tú

Set teg í samband við okkum á 34 59 00 ella skriva til booking@smyrilline.fo og bílegg matin áðrenn fráferð. Vinarliga upplýs bókingarnummarið við bílegging. Um bílagt verður seinni enn 31 dagar undan fráferð, skal gjaldið verða avgreitt við bílegging. Vit skulu gera vart við, at eftir at ferðin er byrjað, er bert møguligt at keypa matin umborð fyri vanligan prís. 

Tá tú kemur umborð, verður barnaarmbandið útflýggjað í The Diner. 

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues