Bílegg matin áðrenn fráferð og SPAR

Vel millum stóra úrvalið av góðum, løttum mati í The Diner ella stóra vælumtókta sjálvtøkuborðið í buffet-matstovuni. Kundi tú heldur hugsað tær eitt gott kvøld við gourmet mati og góðum víni, so royn okkara frálíku gourmet matstovuna Simmer Dim.

Um tú hevur bílagt mat undan fráferð, er møguligt at uppstiga máltíðina umborð. Tú rindar einans prísmunin millum tað tú longu hevur goldið og prísin umborð.

Set teg í samband við okkum á 34 59 00 og bílegg matin áðrenn fráferð. Vinarliga upplýs bókingarnummarið við bílegging. Um bílagt verður seinni enn 31 dagar undan fráferð, skal gjaldið verða avgreitt við bílegging. Vit skulu gera vart við, at eftir at ferðin er byrjað, er bert møguligt at keypa matin umborð fyri vanligan prís.

Matararmband til børnini

Vit hava sett eitt serligt matartilboð saman til børnini. Í matartilboðnum fáa børnini eitt armband, sum gevur atgongd til morgunmat, miðmála og døgurða við einari drykkjuvøru (1 sodavatn, 1 vatn ella 1 juice) til hvørja máltíð. 

Les meira
Matararmband til børnini

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues