
Hvussu skal hendan daman eita?
Vit hava fingið eina nýggja maskott-damu til Smyril Line, men hon manglar eitt navn. Kanst tú hjálpa okkum?
Kom við einum hugskoti, og tú hevur møguleika at vinna eitt gávukort á 5.000 kr., um títt uppskot verður valt.
Um fleiri velja sama navn, draga vit lut ímillum innkomnu uppskotini.

Seinasta freist at senda
uppskot inn er 6. mars
Men ansa tær – hon er eitt sindur kræsin.
Um henni ikki dámar nøvnini, so mugu vit finna upp á eitt sjálvi.
Skjótt klár at mynstra
Umframt at hava fingið bláu-bók og góðkent trygdarskeið, so hevur hon eisini gingið til ættargransking, har hon fann útav, at hon er beinleiðis í ætt við fuglin Smyril – Falco columbarius subaesalon á latín.