Kunning viðvíkjandi Covid 19 / Corona

Vit taka støðuna viðvíkjandi Coronavirus  “COVID-19” í størsta álvara og geva trygdini hjá okkara viðskiftafólki og starvsfólki hægstu raðfesting.

Vit halda eyga við dagføringum og leiðbeiningum frá viðkomandi mynduleikum og heilsuskipanum úr londum, vit hava tætt samstarv við.

Fyri at vera vís í tryggleikanum hjá okkara viðskifta - og starvsfólki, leggja vit áherðslu á fyribyrgjandi fyrivarni og soleiðis forða fyri spjaðing av møguligum Coronavirus umborð á Norrønu.

- Kunningaruppsløg, ið vísa á reinføristiltøk, ið forða fyri spjaðing av virusinum – grundað á leiðureglur frá heimsheilsustovninum.

- Vaksa um títtleikan av fyribyrgjandi reingerð og sóttreinsan av: Nógv nýttum lutum, so sum hurðahondtøkum, kontaktum, telefonum v.m. – Øktum møguleikum fyri handvaski og sóttreinsan á almennum økjum, fyri at verja um reinføri.

- Starvsfólk verða vegleidd um at vera heima, um hesi uppliva COVID-19 sjúkueyðkenni – ella um tey, innanfyri 14 dagar, áðrenn sjúkueyðkenni byrjaðu – vóru verandi í umráðum – har ein størri útbreiðsla av COVID-19 er staðfest.

- Um ein ferðandi ætlar sær umborð á Norrønu og hesin hevur Coronavirus sjúkueyðkenni, ella hevur fepur - verður viðkomandi burturvístur frá kekk-inn.

Fyri hvørja einstaka fráferð, fara vit at ráða ferðandi til at fylgja seinastu leiðbeiningum frá heimsheilsustovninum.

Fylgjandi leinki vísa tær vegleiðingar frá hvørjum einstøkum marknaði, har Smyril Line virkar.

Danmark 

Føroyar

 

Spurnarskema til ferðandi

Spurnarskema til ferðandi

Øll ferðandi við MS Norrönu verða biðin um at svara hesum spurnarblaði.

Heinta spurnarblað

Góðu ferðandi

Fram til 16. apríl hevur Norröna ikki ferðafólka flutning. 

Eftir ætlan siglir MS Norröna eftir vanligari ferðaætlan 16. apríl 2020.

Velur tú at broyta tína ferð er hetta galdandi: 

Skalt tú ferðast áðrenn 30. apríl í 2020 og vilt broyta ferðina, so taka vit ikki broytingargjald, men talan kann verða um ein møguligan prísmun.

Velur tú at avlýsa tína ferð, eru vanligar ferðaseðlatreytir galdandi, sí her

Vit vilja staðiliga mæla til, at tú setir teg í samband við títt tryggingarfelag fyri at kanna, hvørjar reglur eru galdandi ísv. broyting ella keyp av nýggjum ferðaseðlum.

 

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues