Tíðindabræv kapping

Luttøkutreytir

Fyri at luttaka í kappingini, góðtekur tú niðanfyristandandi  áseting og treytir. 

Burturlutað verður ein ferð fyri tveir persónar til Danmarkar og aftur í 2025 ella 2026.

Ferðin

  • Ferð við Norrönu frá Tórshavn til Hirtshals og aftur
  • Kamar uttan vindeyga
  • Møguleiki at taka bilin við <1,9m H & 5m L

Tað kostar ikki at luttaka í kappingini.

Luttøka

Um ein ynskir at luttaka í kappingini, er neyðugt at útfylla tilmeldingaroyðublaðið til tíðindabrævið og senda okkum hesar upplýsingar. 

Krøv um luttøku í kappingini

Krøv um luttøku í kappingini, umfata veruligar persónar (ikki teldugjørdir) á minst 18 ár. Luttøkan er ikki avmarkað til viðskiftafólk hjá fyriskiparanum, umframt at hon eiheldur er tongd at keypum og tænastum. 

Fráboðan og avhending av vinningi

Smyril Line finnur ein hepnan vinnara síðst í hvørjum ársfjórðingi. Vinnarin fær boð um vinningin umvegis teldupost. 

Vinningurin verður latin vinnaranum sjálvum, ferðin kann ikki latast einum triðja parti. Umbýti ella ein broyting til annað vøruslag hjá Smyril Line umframt útgjald av virðinum á vinningi, er ikki møgulig. 

Aðrar útreiðslur í samband við kravda vinningin, er ábyrgd vinnarans. Vinnarin hevur eisini ábyrgdina, um skattur verður kravdur av vinninginum. 

Privatlív

Fyri at kunna luttaka í kappingini, er neyðugt at senda okkum persónsupplýsingar. Luttakarin tryggjar, at allir persónligir upplýsingar eru rættir, ið sendir eru – einamest at for- og eftirnavn umframt teldupostur eru røtt. 

Fyriskiparin leggur dent á, at øll persónlig data um luttakaran undir nøkrum umstøðum verða upplýst einum triðjaparti uttan luttakarans samtykt –  og hesin hevur heldur ikki loyvi at brúka hesar. 

Luttakarin kann til einhvørja tíð afturkalla samtykkið sítt. Afturtøkan skal sendast skriftliga til teldupostadressuna: booking@smyrilline.fo. Eftir afturtøkuna av samtykkinum, verða allir persónsupplýsingar hjá luttakarunum slettaðir alt fyri eitt. 

Bóka ferðina her