Ferðast á tveimum hjólum

Ferðast tú á tveimum hjólum, er spenningur kanska eitt sindur størri. Tað eru bara tú og tann óendaligi langi vegurin. Onga bilhurð at lena seg upp ímóti, um trongdin til tað skuldi sníkt seg inn á teg.

Men tað er júst tað, sum ger tað meir spennandi - tú steðgar oftari, og tá hevur tú tann góða møguleikan at inntaka tað flotta útsýni, Ísland hevur at bjóða tær.

Tá koyrt verður umborð, skalt tú niðan rampuna, og har verður súkklan tjórað føst. Bildekkið er stongt undir sigling, so tú verður noydd/ur at taka tað neyðuga viðførið við tær upp í kamari.

Prísir 2020

Prísir fyri 2 vaksin

  • Háárstíð:
    kr. 8.320
  • Miðárstíð:
    kr. 5.760
  • Lágárstíð: 
    kr. 3.360
  • Vetrarsigling:
    kr. 2.710

Sí siglingarætlan 2020
 

  • Íroknað
    • Ferð við Norrönu til Íslands og aftur
    • Kamar uttan vindeyga
    • 1 motorsúkkla
  • Møgulig tilkeyp
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð og spar pening. Sí prísir og annað her.
Ring til okkum á +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo Bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð. Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

 

Einvegis til Íslands við akfari

Øll ferðandi, ið ferðast einvegis til Íslands við akfari, skulu fylla út eitt E9 oyðublað til tollmynduleikan: Tollur.is/libary/Skar/Eydublod/E9.pdf. Send eitt avrit til e9@smyrilline.fo og viðmerk títt bíleggingar- og telefon nummar í teldupostinum. Minst til av hava eitt avrit av E9 oyðublaðnum í akfari tínum við fráferð. Sí nærri kunning her (PDF).

Einvegis til Íslands við akfari

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues