Koyr runt Ísland í egnum kampingbili ella bili og kampingvogni
Koyrið hagar tit vilja, steðgið og koyrið víðari, tá ið tit vilja. Njótið frælsið, ið kemst av at ferðast við egnum kampingbili ella kampingvogni.
Bildekkið er avmarkað. Ofta er tað útselt í okkara summarsigling, so tað ræður um at gera skjótt av, tá bíleggjast skal til hesi stóru akførini.
Praktisk kunning
Tað er loyvt at taka gass-fløskur við umborð, tað skal tó framvísast á onkran hátt, at tílíkar fløskur eru við. Áðrenn koyrt verður umborð skal øll gass- og brennievni innspræning koplast frá/steingjast í akfarinum. Til teir bilar og vognar, sum hava køliskáp við, so er ikki møguleiki at fáa streym á bildekkinum.