Útferðir

  • Busstúrur til Mývatn og Dettifoss (Tuesday)

    Busstúrur til Mývatn og Dettifoss

    Túrurin varar
    Umleið 10 tímar. Byrjar við komu og eru aftur millum kl. 19:00-20:00.

    Íroknað
    Busstúrur við ferðaleiðara og okkurt lætt til matna í Jarðböðin.

    Tíðarskeið
    Á vári og um heystið

Busstúrur til Mývatn og Dettifoss

Sermerktur túrur til Mývatn.

Vegurin úr Seyðisfirði til bygdina Egilstaðir greinar seg yvir 620 m høga Fjarðarheiði haðani hann heldur áfram oman í Jøkuldalin og snýr sær síðani niðan gjøgnum brekkuta lendið á Jøkuldalsheiði fyri at enda á Mývatnar oyðimarkarkendu víddum. Vit støðga í Námaskarði fyri at uppliva, tá jarðarinnar ótálmaða megi ger um seg við sínum gosum, kókandi gosbræðing í mánakenda landslagnum.

Á vegnum runt vatnið koma vit fram til norðursíðuna har býurin Reykjahlíð liggur, síðani halda vit leiðina fram til suðursíðuna, har útbrend gosop nærhendis Skútustøðum eru ein áhugverd og serstøk sjón. Tá støðgað verður við Dimmuborgir, verður møguleiki at spáka sær ein túr fyri at kanna gosbræðingalandslagið nærri.

Áðrenn vit halda leiðina heimaftur, støðga vit á við Jarðbøðin, ið er heilsu- og nátturubaðardepil. Vit fáa ábit - og um ein hevur hug, er møguleiki at njóta eitt vælverubað á staðnum. Á heimvegnum koyra vit framvið Dettifossi í Norðuíslandi. Fossurin er 44 m til hæddar og 100 m breiður – í miðal renna uml. 193 kubikmetur av vatni í sekundi úr fossinum - og hetta ger hann til krafmiklasta foss í øllum Europa. Dettifossur er uttan iva, hæddarpunktið á sjálvum túrinum.

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi