Útferðir

  • Busstúrur til Reyðarfjørð og Lake Lögurinn (Wednesday)

    Busstúrur til Reyðarfjørð og Lake Lögurinn

    Túrurin varar
    Umleið 7 tímar. Byrjar kl. 09:00 og eru aftur uml. kl. 16.00.

    Íroknað
    Busstúrur við ferðaleiðara og døgurða buffet í Skriðuklaustur.

    Tíðarskeið
    Á vári og um heystið

Busstúrur til Reyðarfjørð og Lake Lögurinn

Reyðifjørður er longsti fjørður á eystursíðu Íslands. 

Í byrjanini av 20. øld var Reyðifjørður ein handils og fiskihavn. Grundað á góð havnaviðurskifti og framúr strategiska staðseting, gjørdist Reyðifjørður næststørsta herstøðin í Íslandi undir øðrum heimsbardaga. Møguleiki er at vitja krígssavnið, sum liggur á gamla herbúðarøkinum (atgongugjald er ikki íroknað). 

Eftir hesa vitjan, heldur leiðin áfram til Egilstaðir og víðari fram við suðureysturstrondini av Lake Løgurin / Laugarfljóti. Síðani koyra vit framvið vøkru Hallormstaðskóginum, sum er størsti skógur í Íslandi.
Næsti støðgur er í Skriðuklaustur – mentanarmiðstøð Eysturíslands – ein umleið 1000 ára gamal harragarður, ið upprunaliga á fyrsta sinni var eitt klostur – men seinni gjørdist mentanardepil undir heitinum Gunnarstofnun, ognaður Gunnar Gunnarssyni, sum er millum kendastu rithøvundar Íslands í 20. øld. Undir vitjan okkara, fáa vit ein millummála í hugnaligu matstovuni Klausturkaffi. Beint við síðuna av mentanardeplinum liggur Snæfellsstofa – vitjanardepil, ið er bygdur til frama fyri  tjóðarparkini Vatnajøkul, sum er størst í øllum Europa. 

Umsíðir eru vit ávegis heimaftur við einum tíma støðgi á Egilstøðum, har høvi verður at taka sær av løttum, áðrenn farið verður aftur til Seyðisfjarðar.

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi