Runt Ísland við gisting á hotellum og gistingarhúsum

Njótið ein frálíkan túr runt Ísland, har 95% av vegunum eru asfalteraðir og atkomiligir við vanligum familjubili ella motorsúkklu. Vit hava gjørt serligar leiðir, ið vara í eina ella tvær vikur, hetta fyri at tryggja okkum, at tú upplivir tey mest áhugaverdu støðini í Íslandi: hugtakandi landsløg, klettar, fossar, lava landsløg, og eisini sjarmerandi náttúruvakrar bygdir.

Og einki er sum at enda ein hendingaríkan dag í einum av teimum mongu varmakeldum. Tú gistir á ymsum hotellum, gistingarhúsum og bóndagørðum á leiðini íroknað morgunmat.

Prísur fyri hvønn

01.04-29.05 & 09.09-30.10.2024
Fráferð úr Havnini mánadag
Heimferð úr Seyðisfirði mikudag

​8 nætur í Íslandi
úr kr. 8.899

​15 nætur í Íslandi
úr kr. 14.412
 

05.06-04.09.2024
Fráferð úr Havnini mikudag
Heimferð úr Seyðisfirði hósdag

​7 nætur í Íslandi
úr kr. 12.662

​14 nætur í Íslandi
úr kr. 21.149


Bílegg pakkaferðina á tlf. 345900 ella skriva til booking@smyrilline.fo.

  • Íroknað:
    • Prísur fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
    • Ferð við Norrönu til Íslands og aftur
    • 2-koyggjukamar uttan vindeyga
    • 1 bilur <1,9m H & 5m L
    • Dagsskrá fyri hvønn dag
    • Dupultkamar við wc/bað á hotellum, gistingarhúsum og bóndagørðum íroknað morgunmat
  • Møgulig tilkeyp:
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð. Sí prísir og annað her.
    • Bílegg minibar áðrenn fráferð (einans í kømurum við vindeyga). Sí prísir o.a. her

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

Leiðir

  • 1 vika

    Ein stuttur, men sera víðfevndur túrur. Farleiðin sneiðir seg um alt Ísland, soleiðis at høvi verður at vitja tey mest áhugaverdu støðini í Íslandi. Snøgt sagt: Runt Ísland uppá stytstu tíð

    Sí lýsing av leið
  • 2 vikur

    Ein sera fjølbroyttur túrur, ið umfatar meginpartin av Íslandi uttan ov nógvan skund. Øll hámarks øki Íslands eru íroknað túrin, uttan hálendis miðøkið og Vesturfirðirnir – sera væl hóskandi fyri ferðandi, sum ynskja at síggja sum mest av Íslandi uttan at skunda sær.

    Sí lýsing av leið

Náttúrubað í Íslandi

Eitt av tí, sum íslendingum dáma allar best, er at svimja í teimum mongu flógvu náttúrubaðunum. Uttan mun til vind og veður er tað ein hugtakandi uppliving.

Les meira
.

Áhugaverd støð at vitja

Ísland er eitt satt ævintýrland fyri fólk, ið leggja dent á náttúruupplivingar. Ímillum snjóklødd gosfjøll, svartar strendur og brúsandi fossar goyma seg loyndarfullu heitu keldurnar og eitt spennandi djóralív – við hvali og fugli í hópatali. Her er alt í einum – og nakað fyri teg, ið ynskir at uppliva máttmiklu náttúruna tætt hjá.

Les meira
.

Melda til tíðindabræv

Ynskir tú at móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line við góðum tilboðum og íblástri? Tað er lætt og einfalt. Melda teg til tíðindabrævið niðanfyri, so senda vit tær ein teldupost tá ið vit hava tíðindi og góð tilboð.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.