Kring Ísland við gisting á sermerktum gistingarhúsum

Her er talan um eina rutu, ið gevur møguleikan fyri at síggja tað mesta av Íslandi, samstundis við at ein búleikast í stásiligastu, stílreinastu ella mest sermerktu gistingarhúsunum í hvørjum økið. Farleiðin inniber koyring kring allan ringin umframt Snæfellis hálvoynna.

Í mongum førum skilur Ísland seg burtur frá hinum Norðanlondunum, men umboðar heilt vist felags høga livistøðið og framúr góða matgerðarlistina. Iceland Boutique, bíður tær eina framúrskarandi samanseting av ótrúligum landslags upplivingum um dagin og úrvaldar gistingarmøguleikar um náttina.

Væl tilrættaløgd dagsskrá setir tær stevnu runt um landið av eldi og ísi – nágreiniliga rutufrágreiðingin, ger at ongin uppliving gleppur tær av hondum. Hvørt kvøld verður gist á einum av teim bestu gistingarhúsunum, har tú slappar av og nýtir dámin – ein fullkomin skái millum dagligu ævintýrini. Snæfellnes-hálvoyggin, er ein serstøk uppliving á hesum túri.

Tíðarskeið Túrurin varar Prísir úr
Vár
27.04-25.05.2020
10 nætur mán.-hós.
(8 næturs uppihald)
2 vaksin - 19.350 kr.
2 vaksin
19.350 kr.
Summar
01.06.2020
11 nætur mán.-frí.
(9 næturs uppihald)
2 vaksin - 26.395 kr.
2 vaksin
26.395 kr.
Summar
24.08.2020
10 nætur mán.-hós.
(8 næturs uppihald)
2 vaksin - 21.125 kr.
2 vaksin
21.125 kr.
Vár
06.04-20.04.2020
10 nætur mán.-hós.
(8 næturs uppihald)
2 vaksin - 16.225 kr.
2 vaksin
16.225 kr.
Summar
10.06-12.08.2020
9 nætur mik.-frí.
(7 næturs uppihald)
2 vaksin - 23.140 kr.
2 vaksin
23.140 kr.
Summar
19.08.2020
8 nætur mik.-hós.
(6 næturs uppihald)
2 vaksin - 20.675 kr.
2 vaksin
20.675 kr.
Heyst
31.08-21.09.2020
10 nætur mán.-hós.
(8 næturs uppihald)
2 vaksin - 19.225 kr.
2 vaksin
19.225 kr.
Heyst
28.09-19.10.2020
10 nætur mán.-hós.
(8 næturs uppihald)
2 vaksin - 16.225 kr.
2 vaksin
16.225 kr.
Vís meira Lat aftur
  • Íroknað
    • Prísur fyri 2 vaksin
    • Ferð við Norrönu til Íslands og aftur
    • 2-koyggjukamar uttan vindeyga
    • 1 bilur (1,90m h, 5m l)
    • Dagsskrá fyri hvønn dag
    • Dupultkamar við wc/bað á best tøku gistingarstøðunum
    • Morgunmatur

     

  • Møgulig tilkeyp
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð og spar pening. Sí prísir og annað her.
Ring til okkum á +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo

Íslendskur gloypibiti

  • 2 vikur

    Ein friðhalgað ferð í 2 vikur, har tú steðgar á í teim bestu gistingarhúsunum, sum eru tøk í hvørjum einstøkum umráði – øll við hvør sínum eyðkenni og serstaka dámi. Leiðin, er ein fullkomin ringrás íroknað Vesturfirðirnar. Um høvið býst, er møguleiki at vitja Vestmannaoyggjarnar, har ógvusligt eldgos legði part av bygdini oyði í 1973.

Pakkaferðir, 2 vikur
  • Nætur 13, 14, 15 ella 16
  • Slag av gistingBoutique
  • Tíðarskeið vár til heyst 30.03.20 - 12.10.20
rute12
  • Dagur 1

    Eftir at hava koyrt í land av Norrönu, heldur tú leiðina fram av Seyðisfirði til Egilsstaðir, har tú steðgar á við ymsu fossarnar á vegnum. Tá tú hevur verið ein túr á Egilsstøðum kanst tú koyra ígjøgnum Skriðudal og yvir fjallaskarið Breiðdalsheiði til sjálvan Breiðadal. Ella velur tú møguleikan at koyra framvið eysturstrondini og steðga við Petru`sa Steinsavn. Síðani koyrir tú víðari eftir vegakervinum, ið skákar sær ymsar vegir eftir stórsliðna landslagnum. Tú koyrir framvið lítlu fiskivinnubygdini Djúpivognur og víðari til Høfn, sum er ein týdning ar mikil fiskivinnuhavn. Gist verður her um leiðir.

  • Dagur 2

    Fyrst koyrir tú til jøkul-lóneyga Jökulsárlón har stór ísfjøll flóta runt jøkulin. Ein hevur møguleika at sigla á sjálvum pollinum um hugur er til tess. Eftir hetta, er áhugavert at leggja leiðina framvið tjóðarparkini Skaftafelli og ganga til Svartafoss (1½ tími at ganga) áðrenn tú heldur leiðina fram við suðurstrondini. Á vegnum gongur tú framvið Skeiðalársandi, sum er ein gjøgnumskolaður slætti av svørtum sandi við fótin av sjálvum jøklinum. Møguleiki er harnæst at steðga við hugtak andi basalt-røðina Dverghamrar. Síðani kemur tú framvið bygdini Kirkjubæjarklaustur, og leggur leiðina ígjøgnum Mýrdals sand áðrenn tú kemur til bygdina Vík. Nærhendis Vík (eftir 25. juni og fram til miðjan aug.), er møguleiki at eygleiða lundalívið, við at koyra til Dyrhóaey bjørgini . Koyr framvið bygdasavninum umframt kenda Skógarfossinum í bygdini Skógar, áðrenn koyrt verður á gistingarhúsið.

  • Dagur 3

    Í dag kannst tú fara ein túr út til Vestmannaoyggjarnar, har ógvusligt eldgos legði stóran part av bygdini á Heimaey oyði í 1973. Hetta var ein bygd í blóma, har búskapurin eina mest var tengdur at fiskivinnu. Grótbræðingin gjørdist ein hóttan og kundi elva til stongsul av øllum havnarøkinum, sum hevði verið ein vanlukka. Men, ístaðin fyri at geva skutulin upp – brettu fólk upp um ermar og avgjørdu at pumpa milliónir tons av køldum vatni á grótbræðingarstreymin, soleiðis at hesin stadnaði skjótari – og tíbetur var eydnan við teimum á hesum sinni. Í dag er bygdin aftur ein fiskivinnubygd í framgond umframt at nøkur av húsunum, sum á sinni vórðu oyðiløgd verða grivin fram aftur úr grótbræðingini – hetta átak sigst at vera sera áhugavert. Um tú ynskir at fara út higar, koyrir tú til Landeyjahöfn, har ferjan til Heimaey liggur. Á sjálvari oynni kannst tú gera eina útferð á umleið 2 tímar – tú hevur eisini møguleika at fara út við báti at vitja Náttúrusøgusavnið. Aftaná, fert tú eftir suðurstrondini til gistingarhúsið á Selfoss/Flúðir økinum.

  • Dagur 4

    Henda dagin sleppur tú á kanningarferð í vakra Tjórsardalinum. Hesin dalurin var einaferð eitt gróðrarríkt landbúnaðarøkið, men í árinum 1104 varð hesin møguleikin burtur beindur tá gosfjallið Hekla gjørdi um seg við einum risa gosútbrotið. Um veðurlíkindini eru til staðar, gert møguleiki fyri eini áhugverdari rannsakan av hesum illa gitnað gosfjalli. Tú kannst vitja endurbyggjanina av garðinum Støng, sum fórst í eini spreinging um sama mundi í 1104. Eisini kunnu Fossarnir Hjálp, ið eru tvíburafossar og 3. størstu fossar Íslands, umframt Hái fossur viðmælast at vitja – og ikki at gloyma lítla dalin Gjáir. Tú hevur møguleikan at koyra framvið orkuverkinum Búrfelli, áðrenn leiðin gongur aftur til suðustrondina har koyrt verð ur til gistingarhúsið.

  • Dagur 5

    Nú er dagurin upprunnin at gera áhugverdastu útferðirnar. Fyrsta útferðin gongur til Gullfoss, sum mong fólk halda vera vakrasta fossin í Íslandi. Hann fellur niður í djúpa gjógv í tveimum pørtum, í fyrsta lagið 20 m og hagani frá 11 m longur niður. Eftir hetta koyrir tú víðari til økið við teim kókandi heitu keldunum fyri at síggja Geysir. Tann kendasta heita keldan nevnist Strokkur, og hon sprænir kókandi vatn upp í loft umleið hvønn 5 minut. Aftaná gongur leiðin víðari til bygdina Laugarvatn yvium ein fjallaveg og víðari móti tjóðlundini á Tingvøllir. Her var tað at uttanduraparlamentið, kent sum verðins elsta lóggávuting – var sett á stovn í árinum 930. Umráðið kring Tingvallir, er eisini sera áhugavert í geologiskum høpi, tá tað liggur ovast á miðatlantiska fjallarygginum, sum skilir Europa og Amerika. Hetta elvir til nógvar rivur í jørðini á Tingvøllum. Eftir at hava spáka runt í hesum vakra øki, vendir tú aftur til Reykjavíkar at gista.

  • Dagur 6

    Í dag kannst tú brúka allan dagin í íslendska høvuðsstaðnum. Nógv er, ið tú kannst fara til, so sum innkeyp – antin á stóru innkeypsgøtuni ella í einum av tveimum báðum stóru keypsskálunum – eisini verður høvi at vitja mongu søvnini og framsýningar – spáka ein túr í vøkru náttúruni í útriðini av býnum – ella njót dagin á gongugøtuni millum kaffihús og hugnalig matstøð. Harumfram er møguleiki at gera nakað heilt ørvísi, so sum ein dagstúr til Kulusuk í Grønlandi (skal bíleggjast í góðari tíð). Far eisini og hygg eftir hvalasafari, ella bowla, ger ein ríðitúr, vitja botaniska urtagarðin ella fá tær ein svimjitúr í Bláa Lóninum (meira á visitreykjavik.is)

  • Dagur 7

    Í dag verður viðmælt at fara ein túr til Reykjanes hálvoynna. Eitt av hæddarpunktinum á hesi ferð er Krisuvík, eitt øki við svávul-runuhyljum og heitum keldum – í flestu førum kókandi runa. Hagani er møguleiki at halda leiðina áfram til sunnara partin av hálvoynni við at koyra ígjøgnum eitt sera vakurt grótbræðingar øki. Næsti støðgur verður í Grindavík, sum er lítil fiskivinnubygd og síðani halda áfram til víðagitnað Bláa Lónið. Hetta er lón, fylt við jarðhitaðum vatnið umframt ríkað við mineralum, ið dregur fram tann bjarta bláa litin. Ein vitjan í hesum nýmótans spa og baðar-lóninum, er ein sera uppfrískandi uppliving. Aftaná kannst tú koyra ein túr út á tromuna av hálvoynni og vitja sokallaðu „tánna“ við einastandandi útsýninum yvir havsbrúnna. So gongur leiðin aftur til Reykjavíkar og hagani víðari til Hvalfjørð – ein framúr vakur býur, har gist verður.

  • Dagur 8

    Í dag fert tú at kanna spennandi økið við sýðsluna nevnd Borgar. Byrjað verður við eini vitjan við størstu heitu keldu Íslands Deildartunguhver, sum gevur húsarhaldum upphitað vatn á einum øki, ið fevnir um 60 km frá sjálvari kelduni. Síðani koyrir tú til bygdina Reykholt, har søgufrøðingurin frá 1300 talinum, Snorri Sturluson búði. Enn er møguligt at síggja, lítla persónliga svimjuhyl hansara og um tú ert søguáhugað/ur – kannst tú vitja spennandi Snorrasavnið. Næsta mál er Hraunfossar, sum er røð av smærri áarløkum, ið spríkja fram undan grótbræðingini, ein undranarverd og stórsligin sjón fyri eygað. Nærhendis, eru summarbústaðirnir á Húsafellið, og her er møguleiki at at svimja í frálíka svimjihylinum – ella kann ein vitja bóndagarðin á økinum, sum skipar fyri ríðitúrum. Herfrá koyrir tú til bygdina Borgarnes og framvið suðursíðuni av Snæfellis neshálvoynni til næsta gistingarhúsið.

  • Dagur 9

    Í dag bíðar ein áhugaverdur biltúrur rundan um Snæfelsneshávoynna eftir tær. Fyrsti støðgurin er við fulgabjørgini Arnarstapi. Ein gongutúrur í umráðnum er staðiliga viðmæltur, tí her eru nógv áhugaverd basalt-skap at síggja, umframt ritur og ternur, sum reiðrast í bjørgunum. Á endandum av hálvoynni eru fleiri støð at vitja t.d. fuglabergi Túfubjarg (ið inniber ein stutt an gongutúr frá høvðusvegnum) og Djúpalónssandur, har ein steinut rás, leiðir teg oman ímóti bergtakandi svørtu strondini. Eisini er frálíkt útsýnið yvir Snæfellsjøkul, sum er eitt gamalt gosfjall umgirt við grótbræðingum. Síðani verður koyrt fram við norðursíðuni av hálvoynni, gjøgnum ymsar fiski vinnubygd ir m.a. Ólafsvík og Grundafjørð og møguliga Stykkishólm (umvegur á 10 km). At enda verður koyrt til bygdina Skógarstrond við vakra útsýninum yvir Breiðafjørð - víðari til Búðardal og síðani til gistingarhúsið.

  • Dagur 10

    Ein langur dagur at koyra framvið suðurstrondini á Vesturfirðunum. Hetta er eitt fjart økið, men einastandandi útsýn ið yvir vánna í Breiðafirði við fjøllinum á hinari síðuni. Tað hendir seg, at tú fært eyga á kópar fram við strondini. Hugnaligt er at steðga í Vatnsfirði beint við Flókalund – at spáka sær ein túr í friðaða økinum. Farin framvið Flókalund, heldur tú áfram til Barðastrond til lítla bygdasavnið í Hnjótur, ið er áhugvert at vitja. Hagani gongur leiðin víðari til Látrabjarg, vestasta endan av Íslandi, her undranarverd fuglabjørg reisast seg úr sjónum. Gist verður í økinum.

  • Dagur 11

    Í dag vendir tú norðureftir og koyrir yvir um høgar fjallaryggir fyri at røkka hæddarpunktinum á degnum, sum er fossurin Dynjandi. Í roynd og veru eru 5 fossar savnaðir í einum, so tað er av týdningi at geva sær tíð til eina rannsóknarferð á staðnum. Møguleiki er at klatra allan vegin upp gjøgnum eina smala rás, fyri soleiðis at síggja allar 5 fossarnar í senn. At enda koyrir tú til bygdina Tingeyri og víðari til hugtakandi Ísafjørð, sum tú hevur ivaleysa tíð at hyggja eitt sindur nærri at. Millum annað eru nøkur hugnalig gomul hús og áhugaverd søvn at vitja. Viðmælt verður at vitja grannabygdina Bólundgarvík, har smáttan hjá einum eldri fiskimanni er vorðin til savn, hettar er ein sonn uppliving. Ein útferð til Ísafjarðardjúp við báti, er somu leiðis eitt av hugskotunum at brúka dagin til. Gist verður í Ísafirði.

  • Dagur 12

    Í dag koyrir tú framvið Ísafjarðardjúp – økið í Íslandi, har búsetingin er mest spjødd, burtursæð frá í hálendinum. Landslagið er hugtakandi, koyrandi eftir vegakervi, ið skákar sær ymsar vegir framvið umskiftandi firðunum. Fyrr í tíðini lógu heilt nógvir bóndagarðar á hesi leiðini, men frástøðurnar í umráðnum er stórar, og lítið er til av flatlendi – hetta ger landbúnaðarmøguleikan sera trublan í økinum. Úrslitið er at ongin bóndagarður er her um leiðir nú á døgum – heldur er her meir ella minni oyði. Eftir at hava koyrt runt um fleiri av firðunum kannst tú koyra ímóti háslættanum Steingrímsfjarðarheiði til bygdina Hólmavík. Hetta er ein lítil hugtakandi fiskivinnubygd, har tú fært møguleikan at keypa tær eitthvørt tú hevur brúk fyri – ella at fylla tangan á bilinum. Aftaná koyrir tú suðureftir, fram við Strandir, sum er eitt umráðið við nakað av jarðarbrúki. Hetta økið er gitið fyri hópin av rekaviði, sum javnan kemur uppá land framvið strendurnar. At enda koyrir tú til Hrútafjarðar at gista, ella nærhendis Blönduós.

  • Dagur 13

    Fyrst heldur tú áfram til Skagafjarðar sýðslu, kend fyri sítt hestahald. Eisini er møguligt at vitja torvhús-savnið í Glaumbær. Fólk búleikaðust í hesum húsum líka til 1939, og lýsir savnið sera væl hvussu fólk livdu í Íslandi frá seinast í 19. øld – til byrjanina av 20. øld. Síðani koyrir tú yvir Øxnadalsheiði til Eyjafjørð. Eftir hetta heldur tú leiðina fram til Akureyri, týðningarmesta býin í norði – við alskyns innkeyps og útferðar- møguleikum. Vakri botaniski urtagarðurin hevur heimstað í býnum og er uttan iva, verdur at vitja. Gist verður á Akureyri.

  • Dagur 14

    Um morgunin koyrir tú framvið Góðafossi, sum er ein av áhugaverdastu íslendsku fossunum og síðani víðari til Mývatn, sum er títt næsta mál (330-350 km) Her hugnar tú tær restina av degnum. Viðmælt verður at vitja á Skútstøðum, ið er eitt umráði við huldukendum gosholum og Dimmuborgir, ið er ein villiniborg við gátuførum grótbræðingarskapum, sum líva fyri og elva til ríkan plantuvøkstur – ikki at gloyma gosfjallið Hverfjall (sum tú hevur høvi at klintra upp á, um tær lystir) umframt eina vitjan til Námaskarð og Leirhnjúkur (har svávulsdýkið er við gráari kókandi runu, litað av gulum svávulbløðrum, ið geva eina lisaliga uppliving) eisini eru holur fyltar við jarðhit aðum vatni. Tú gistir aftur við Mývatnar økið.

  • Dagur 15

    Koyr norðureftir framvið Tjørnes hálvoynni og steðga í fiskivinnubygdini Húsavík – møguleiki er at fara út við báti og eygleiða hval, ið svimur úti fyri strondini, eisini er áhugavert at vitja hugnaligu bygdarkirkjuna. Aftaná heldur tú leiðina áfram norður eftir hálvoynni til Ásbyrgi, ið hevur skap sum hesta skógvur – har skógarvøkstur smýgur sær framvið 100 m høga berginum. Ein gongutúrur er upplagdur. Annað hæddarpunktið í dag er Dettifossur, ið er kraftmiklasti fossur í øllum Evropa, ongin annar fossur hevur vatnorku, sum hann – og hædd in er heilar 44 m. Tú kannst ganga oman eftir einari grýtut ari rás fyri at skoða fossin nærri. Síðani heldur tú leiðina áfram eystureftir framvið Grímsstaðir og yvir um háslættan Möðrudalsheiði eystanfyri. Í góðum veðrið fært tú notið útsýnið yvir Mt. Herðubreið. At enda gongur leiðin gjøgnum Jøkuldalin til Egilsstaðir, týðningarmesti býurin í Eysturíslandi. Gisting á Egilsstøðum ella Seyðisfirði.

  • Dagur 16

    Um morgunin koyrir tú Seyðisfjarðar og umborð á Norrönu.

     

    ​Gevið gætur: Vit tilskila okkum rætt at broyta í rutunum.

 
Book Explorer Plus Pakken

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi