Kring Ísland við gisting á sermerktum gistingarhúsum

Her er talan um eina rutu, ið gevur møguleikan fyri at síggja tað mesta av Íslandi, samstundis við at ein búleikast í stásiligastu, stílreinastu ella mest sermerktu gistingarhúsunum í hvørjum økið. Farleiðin inniber koyring kring allan ringin umframt Snæfellis hálvoynna.

Í mongum førum skilur Ísland seg burtur frá hinum Norðanlondunum, men umboðar heilt vist felags høga livistøðið og framúr góða matgerðarlistina. Iceland Boutique, bíður tær eina framúrskarandi samanseting av ótrúligum landslags upplivingum um dagin og úrvaldar gistingarmøguleikar um náttina.

Væl tilrættaløgd dagsskrá setir tær stevnu runt um landið av eldi og ísi – nágreiniliga rutufrágreiðingin, ger at ongin uppliving gleppur tær av hondum. Hvørt kvøld verður gist á einum av teim bestu gistingarhúsunum, har tú slappar av og nýtir dámin – ein fullkomin skái millum dagligu ævintýrini. Snæfellnes-hálvoyggin, er ein serstøk uppliving á hesum túri.

Tíðarskeið Túrurin varar Prísir úr
Vár
27.04-25.05.2020
10 nætur mán.-hós.
(8 næturs uppihald)
2 vaksin - 19.350 kr.
2 vaksin
19.350 kr.
Summar
01.06.2020
11 nætur mán.-frí.
(9 næturs uppihald)
2 vaksin - 26.395 kr.
2 vaksin
26.395 kr.
Summar
24.08.2020
10 nætur mán.-hós.
(8 næturs uppihald)
2 vaksin - 21.125 kr.
2 vaksin
21.125 kr.
Vár
06.04-20.04.2020
10 nætur mán.-hós.
(8 næturs uppihald)
2 vaksin - 16.225 kr.
2 vaksin
16.225 kr.
Summar
10.06-12.08.2020
9 nætur mik.-frí.
(7 næturs uppihald)
2 vaksin - 23.140 kr.
2 vaksin
23.140 kr.
Summar
19.08.2020
8 nætur mik.-hós.
(6 næturs uppihald)
2 vaksin - 20.675 kr.
2 vaksin
20.675 kr.
Heyst
31.08-21.09.2020
10 nætur mán.-hós.
(8 næturs uppihald)
2 vaksin - 19.225 kr.
2 vaksin
19.225 kr.
Heyst
28.09-19.10.2020
10 nætur mán.-hós.
(8 næturs uppihald)
2 vaksin - 16.225 kr.
2 vaksin
16.225 kr.
Vís meira Lat aftur
  • Íroknað
    • Prísur fyri 2 vaksin
    • Ferð við Norrönu til Íslands og aftur
    • 2-koyggjukamar uttan vindeyga
    • 1 bilur (1,90m h, 5m l)
    • Dagsskrá fyri hvønn dag
    • Dupultkamar við wc/bað á best tøku gistingarstøðunum
    • Morgunmatur

     

  • Møgulig tilkeyp
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð og spar pening. Sí prísir og annað her.
Ring til okkum á +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo

Íslendskur gloypibiti

  • 1 vika

    Her er talan um eina rutu, ið gevur møguleikan fyri at síggja tað mesta av Íslandi, samstundis við at ein búleikast í stásiligastu, stílreinastu ella mest sermerktu gistingarhúsunum í hvørjum økið. Farleiðin inniber koyring kring allan ringin umframt Snæfellis hálvoynna.

Pakkaferðir, 1 vika
  • Nætur 6, 7, 8 ella 9
  • Slag av gistingHotel og gistingarhús
  • Tíðarskeið vár til heyst 30.03.20 - 19.10.20
rute04
  • Dagur 1
    Aftaná at vera farin í land av Norrönu, kundi tú valt at steðga á, á Seyðisfirði og kanna umráðið – Her er m.a. eitt áhugavert lítið tekniskt savn at síggja. Síðani koyrir tú til Egilsstaðir – á vegnum hevur tú møguleikan at steðga á – inn í millum, fyri at síggja áir og fossar, ið liggja fram við. Tá tú hevur hugt teg íkring á Egilsstøðum koyrir tú ígjøgnum fruktagóða Jökuldalin og síðani heldur tú áfram niðan á Möðrudalsheiði, sum er oyðimarkakend fløta. So koyrir tú víðari yvir Hólssand móti Dettifossi – mætasta fossinum í Íslandi. Næsta vitjan verð ur í Ásbyrgi, sum hevur skap, sum hestaskógvur, áðrenn tú koyrir til Húsavíkar. Høvi verður, at spáka ein túr á hugnaliga havnarøkinum ella gera eina vitjan á bygdasavninum ella hvala savninum, áðrenn tú skrivar teg inn á gistingarhúsið. Um kvøld ið er møguleiki at fara á „hvalasafari“.
  • Dagur 2

    Um morgunin vitjar tú merkisstøðini við Mývatn – Kraflu, gosfjallið, sum seinast goysti í 80´inum – svávulhyljarnar í Námaskarði og Dimmuborgir. Á middegi leggur tú leiðina til Góðafoss , guðanna foss – sum er ein fragd fyri eygað. Síðani heldur tú áfram til Eyjafjörð og steðgar ein løtu í hugnaliga býnum Akureyri, ið ber heitið:“Høvusstaðurin í Norði”. Eitt frálíkt hugskot hevði verið at vitja vakra botaniska urtagarðin. Býurin hevur avbera góðar handilsmøguleikar m.a. ídnaðarútsølu av ull. Nú hevur tú tvinni val, antin at koyra yvir skarðið á Øxnadalsheiði beinleiðis til Skagafjørð og bygdina Sauðárkrók ella fert tú ein langan, men áhugverdan umveg til Dalvík og Ólafsfjørð. Tá kannst tú koyra víðari til Siglufjørðin, har tú kannst vitja áhugaverda savnið um sildaframleiðslu. Aftaná vendir tú nøsina ímóti Siglufjørðinum, har tú gistir.

  • Dagur 3

    Í dag hevur tú møguleikan at fara til „River Rafting“ í Skagafirði. Hetta tekur minst 3 tímar, so tað avmarkar tíðina tú fært seinnapartin, men tað er ein heilt serstøk uppliving. Áðrenn farið verður av Skagafirði er møguleiki at vitja torv hússavnið í Glaumbær, sum hevur røtur aftur í 19-hundrað talið. Ferðin heldur áfram eftir høvuðsvegnum til bygdina Blönduós og framvið strondini til skarðið um Laxárdalsheiðið. Tú kannst koyra víðari umvegis Skógaströnd til Snæfellsnes hálvoynna, har møguleiki er at hvíla eina løtu í vøkru bygdini Stykkishólmur – áðrenn koyrt verður ígjøgnum nakrar fiskivinnubygdir til endan av hálvoynni – og møguleiki er at hóma Snæfellsjökul, um veðrið er til vildar. Viðmælt verður at gera ein túr til Arnarstapi, har riturnar reiðrast millum tær ótrúðligu basalt-súlurnar, áðrenn innskriving á gistingarhúsinum í Búðir.

  • Dagur 4

    Í fystu atløgu koyrir tú á suðursíðuni á hálvoynni ígjøgnum grasgrógvið landslag til tú kemur til bygdina Borgarnes. Her hevur tú møguleikan at gera eitt val. Um tú ynskir at síggja meira av Guðs skapanarverkið, verður viðmælt at tú vitjar Borgarfjarðar sýðslu, har kannst síggja støð sum Deildartunguhver, ið hýsir størstu heitu keldu Íslands – framleiðandi 180 litrar av næstan kókandi vatnið í minuttin. Eisini sært tú Hraunfossar, sum er røð av smærri áum, ið spríkja fram úr grótbræðingini og samlast í eina størri rennandi á. Síðani koyrir tú framvið Hvalfjørði til Reykjavíkar. Møguleiki er eisini at leggja leiðina um – og koyra beinleiðis frá Borgarnesi til Reykjavíkar, um tær hóvar at hava meira tíð í høvuðsstaðnum. Í báðum førum kannst tú nýta tíðina at vitja kenda Bláa Lónið og fara ein túr útí bláa, mineralríka vatnið. Eisini kundi tú farið tær ein túr á hestbaki, beint uttan fyri Reykjavík. Gisting í Reykjavík.

  • Dagur 5

    Koyr til Tingvallir, har gamla uttandura-lóggávutingið hevur sín grundarstein. Hetta er eisini eitt umráðið við stórum jarðfrøðiligum áhugað og tú fært møguleikan at ganga ein túr gjøgnum stóru rivurnar. Herfrá heldur tú leiðina áfram yvir skarðið Lyngdalsheiður til bygdina Laugarvatn og hagani til økið við Geysir har víðagitna heita keldan Strokkur, sendir kókandi vatn himmalhøgt áleið hvønn 5 minutt. Næst á skránni er ein vitjan við Gullfoss, ið er skýrdur at vera av vakrastu fossum Íslands. Higani fylgir tú suðurstrondini móti eystan og steðgar við Seljalandsfossin. Gist verður á lítlum, men sera hugnaligum gistingarhúsi.

  • Dagur 6

    Á morgni leggur tú kósina móti Skógafossi og hugnaliga býarsavninum í bygdini Skógar. Næsti støðgur er í fuglaberginum Dyrhólaey (opið aftaná 25. juni) har lundar halda til fram ímóti miðjum august – Lítla bygdin Vík, verður eisini vitja. Síðani koyrir tú yvirum gjøgnumvataðu fløtuna við Mýrdalssandin til Kirkjubæjarklaustur og hagandi áfram eystureftir. Á vegnum verður høvið at steðga á Dverghamri, við sínum basalt-røðum. At enda kemur tú fram til Skaftafell tjóðlund, har við mælt verður at brúka eitt sindur at tíð. Ein gongutúrur til Svartafoss (1½ tími)er næstan ein treyt. Seinasta hæddarpunkt á hesum degi er jøkul-lóneyga Jøkulsárlón. Í stóra pollinum flóta veldug ísfjøll íkring, og møguleiki er at sigla við báti ímillum tey, soleiðis at tú hevur høvi at uppliva hesi – minni enn eitt hanagleiv frá bátinum. Aftaná koyrir tú til bústaðin í Höfn økinum.

  • Dagur 7

    Um morgunin er møguleiki at fara túr á kavaskutara á sjálvum Vatnajøkuli. Dagurin er yvirhøvur friðsælur, serliga tá tú koyrir framvið eysturfirðunum við tí vakra landslagnum. Ein áhugaverd vitjan á leiðini er Steinsavnið hjá Petru, sum liggur í lítlu bygdini Stöðvarfjörður. Her sært tú ein urtagarð og eitt hús fult av fagurlittum íslendskum hálv-gimsteinum. Eftir at hava koyrt runt firðirnar, legg leiðina til Fagradalsskarðið víðari til Egilsstaðir, týðningarmesta býin í Eysturíslandi, (her er eisini ein góður svimjihylur, sum er eina vitjan verdur). Gistin í ella nær hendis Egilsstøðum.

  • Dagur 8

    Um morgunin koyrir tú aftur til Seyðisfjarðar og umborð á Norrönu.

     

     Gevið gætur: Vit tilskila okkum rætt at broyta í rutunum.

 
Book Explorer Plus Pakken

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi