Til tín, ið ikki ynskir at koyra langar teinar hvønn dag

Við at velja ferð í 1 viku, kemur tú at støðga í 2 ymiskum summarhúsum, antin norðan og eystanfyri ella sunnan og eystanfyri.

Velur tú hinvegin at ferðast í 2 vikur, støðgar tú í 3 ella 4 nætur í hvørjum av fylgjandi økjum: Norðanfyri, vestanfyri, suðurvestanfyri og suðureystanfyri.

Viðmælt verður at vitja Mývatn norðanfyri, at baða í Bláa Lóninum og at vitja risastóra Gullfoss suðurvestanfyri - umframt jøkulin, Jökulsárlón suðureystanfyri. Her er bert talan um tilmæli – ferðin í sjálvum sær, heystar ótald upplivilsir.

Prísur fyri hvønn

01.04-29.05 & 09.09-30.10.2024
Fráferð úr Havnini mánadag
Heimferð úr Seyðisfirði mikudag

​8 nætur í Íslandi
úr kr. 8.899

​15 nætur í Íslandi
úr kr. 17.149
 

05.06-04.09.2024
Fráferð úr Havnini mikudag
Heimferð úr Seyðisfirði hósdag

​7 nætur í Íslandi
úr kr. 12.368

​14 nætur í Íslandi
úr kr. 21.254


Bílegg pakkaferðina á tlf. 345900 ella skriva til booking@smyrilline.fo.

  • Íroknað:
    • Prísur fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
    • Ferð við Norrönu til Íslands og aftur
    • 2-koyggjukamar uttan vindeyga
    • 1 bilur <1,9m H & 5m L
    • Dagsskrá fyri hvønn dag
    • Uppihald í frítíðarbústøðum  

     

  • Møgulig tilkeyp:
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð. Sí prísir og annað her.
    • Bílegg minibar áðrenn fráferð (einans í kømurum við vindeyga). Sí prísir o.a. her

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

Gisting í frítíðarhúsi

  • 1 vika

    Ein túrur, ið er sniðgivin til familjur ella til tey, ið ikki ynskja at koyra langar teinar hvønn dag – og til teirra, ið ynskja fríar ræsur til dagligar útferðir. Á hesi rutuni steðgar tú í 3-4 dagar á tveimum plássum, býrt í frítíðarhúsum, hagani úferðirnar verða gjørdar.

Pakkaferðir, 1 vika
  • Slag av gistingSummarhús
  • Tíðarskeið vár til heyst 01.04.24 - 30.10.24
rute10b
  • Dagur 1

    Aftaná at tú ert farin í land av Norrönu, koyrir tú til Egilsstaðir – á vegnum hevur tú møguleikan at steðga á – inn í millum, fyri at síggja áir og fossar, ið liggja fram við. Tá tú hevur hugt teg íkring á Egilsstøðum koyrir tú ígjøgnum fruktagóða Jökuldalin og síðani heldur tú áfram niðan á Möðrudalsheiði, sum er ein oyðimarkakend fløta. Hagani setur tú kós ímóti Mývatnar leiðini, har tú kannst njóta restina av degnum. Vit kunna við mæla tær at fara til goskoppskapini á Skútustøðum, Dimmuborga grótbræðingarvilliniborg, har fløkjasliga grótbræðingin lívir fyri fjøltáttaðum vøkstri her um leiðir, tephra vulkanina Hverfjall – (ið, tú kannst klatra uppá, um tú hevur hug) og teir undrunar verdu svávulhyljarnir í Námaskarði, eisini Leirhnjúkur (har kókandi svávul-runuhyljar í alskyns litum, eru at skoða, sum listaverk í støðugari broyting) eisini eru holur, fyltar við hitað um vatnið frá náttúrunar hond. At enda koyrir tú aftur til títt fyrsta summarhús í Akureyri/Mývantar umráðnum.

  • Dagur 2

    Í dag fara vit at viðmæla ein túr til Akureyrar og Eyjafjarðar. Á Akureyri er møguleiki at vitja kenda botaniska havan, eitt ella tvey av teim mest áhugaverdu søvnunum og ikki at gloyma tann frálíka svimjihylin. Um áhugi er fyri at síggja kirkjur, kundi tú t.d. koyrt ein túr ígjøgnum Eygafjarðarsveit sunnan fyri Akureyri. Eisini er møguleiki at koyra norðureftir ígjøgnum Akureyri til Dalvíkar og hagani til Ólafsfjørð og síðani ein umveg til Siglufjørð. Á Siglufirði er sera áhugvert at vitja sildasavnið. Síðani koyrir tú suðureftir til Skagafjørð og her kannst tú vitja savnið Hofsós. Aftaná kundi tú vitja vøkru kirkjuna á Hólum fyri síðani at halda áfram til bygdina Sauðárkrókur. Eitt gott hugskot, kundi verið at fari ein túr á torvhúsasavnið í Glaumbær. At enda verður vent aftur umvegis Øxnadalsheiði til Akureyrar, har tú heldur til.

  • Dagur 3

    Hendan dagin verður koyrt norðureftir framvið Tjørnes hálvoynni. Fyrst er ein støðgur í fiskivinnubygdini Húsavík, har møguleikin er at síggja hval svimja framvið vánni, úr leigað um báti, umframt at síggja vøkru kirkjuna í bygdini. Síðani gongur leiðin norðureftir hálvoynni til Ásbyrgi, ið er kent fyri sítt hestaskógvaskap, har ein lítil skógur lívir fyri tí 100 m høga berginum. Ein stuttur gongutúrur er eisini upplagdur. Ein onnur uppliving á hesum degi, er Dettifossur – máttmiklasti fossurin í øllum Evropa – ongin annar fossur um okkara leiðir hevur vatnorku, sum hann – Heilar 44 m høgur. Um tú gongur eftir einari stein settari gøtu inntil tú nærkast fossinum, kannst tú veruliga fáa meira burtur úr. Aftaná verður farið til gistingarstaðið.

  • Dagur 4

    Um morgunin, kannst tú brúka møguleikan at dvølja eitt sindur longri við Mývatn, tí her er ovmikið at síggja. Seinni koyrir tú eystureftir, gjøgnum Grimstaðir og yvir hálendi eystan fyri á Möðrudalsheiði – útsýnið er einastandandi um veðrið loyvir tí. Aftaná heldur tú áfram gjøgnum Jökuldalin til Egilsstaðir, týdningarmestu bygdina eystanfyri. Higani koyrir tú títt næsta summarhús.

  • Dagur 5

    Í dag kannst tú koyra norður til bygdina Borgarfjørðin Eystri, sum er umgyrd av litríkum fjøllum. Ígjøgnum summarið er møguleiki at eygleiða lunda tætt við hugnaliga havnarøkið í hesi bygd.

  • Dagur 6

    Tú kannst koyra gjøgnum Skriðdal til Breiðdals. Síðani kannst tú steðga eina løtu í lítlu bygdini Breiðdalsvík, hagani tú koyrir til Stöðvarfjörð, har tú burdi vitja Steinsavnið hjá Petru. Síðani heldur tú áfram at koyra framvið eysturfirðinum, og kanska hevði tað verið av áhugað at steðga á í Reykjavík, Eskifirði og Neskaupstaði. Ein hópur av ymsum áhugaverdum søvnum kunnu vera verd at vitja. At enda vendir tú aftur til hús títt á Egilsstaðar leiðini.

  • Dagur 7

    Viðmælt verður, at tú koyrur ein túr runt um vatn ið Lögurinn – og vitjar Hallormsstaðarskógin, ið er størsti skógur in í Íslandi – eisini kannst tú spáka tær ein túr til Hengifoss. Um hugur er til tess, kannst tú koyra eitt sindur longri fyri at vitja orkuverkið Kárahnúkar, ið stendur í bygging.

  • Dagur 8

    Morgunin eftir verður koyrt aftur til Seyðisfirðar og umborð á Norrönu.

     

    Gevið gætur: Vit tilskila okkum rætt at broyta raðfylgjuna á hesi rundferðini - alt eftir hvørji summarhús eru tøk.

Book Explorer Plus Pakken

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.