Uppliv Eysturlandi í Íslandi í oktober

Fráferð er hvønn mánadag og Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá týsmorgni kl. 09:00 til mikukvøld kl. 20:00. Hetta ger, at tú hevur fríar ræsur at hyggja teg um har á leiðini.

Fráferðir:
18. + 25. oktobur

Um tú velur at taka bilin við á ferðini, er lagamanni at koyra runt á Eysturlandinum og uppliva serstaka landslagið.

Tú býrt umborð, meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði, og er hetta sostatt títt gistingarhús á allari ferðini.

Her kanst tú lesa meira um Eysturlandi og hvat tað hevur at bjóða: Visit Austurland (east.is)

Fyri hvønn, tá 2 ferðast saman


Kamar u/vindeyga: kr. 1.195

Kamar v/vindeyga: kr. 1.395

Kamar við dupultsong: kr. 1.595

Nordic Deluxe: kr. 1.995

  • Íroknað
    • Cruise Tórshavn-Seyðisfjörður-Tórshavn
    • Kamar umborð
  • Møgulig tilkeyp
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð og spar pening. Sí prísir og annað her.
    • Armband til børnini. Les meira her.
    • Børn 12 – 15 ár: kr. 1.120
    • Børn 3 – 11 ár: kr. 560
    • Børn 0 – 2 ár: ókeypis
    • Bilur undir 1,9 m H og upp til 5 m L: kr. 499
Bílegg á tlf. +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo Bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð. Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali.

Til handils

Norröna hevur ein nýmótans og fjølbroyttan tollfrían handil Sjóbúðin – Tax & Duty Free á dekk 5. Vit bjóða eitt stórt úrval av vanligum tax-free sølulutum, og afturat hesum eitt breitt úrval av føroyskum og íslendskum designvørum. Í handlinum eru fleiri vakrar føroyskar klædnamerkivørur, sum prýða hillarnar. Eisini bjóða vit hondgjørdar lutir og design lutir frá Danmark, Føroyum og Íslandi. 

Handilsøkið við luktilsum, smyrsli og tilhoyri er størri og meira nýmótans. Her bjóða vit alt frá smálutum til lutir frá teimum kendastu merkjunum. Vitja okkara stóra øki við víni, rúsdrekka og góðgæti. Shoppingmøguleikarnir eru góðir umborð - og prísirnir sera kappingarførir. 

Sí Tax & Duty Free faldara
Til handils

Minibarr umborð

Kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Minibarr í luksuskømrunum og svitunum er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.

Minibar u/alkohol kr. 89 (umborð kr. 119)
2 x vatn 50cl., 2 x brúsvatn 33cl., 2 x Coca Cola 33cl., 2 x Fanta 33cl., 1 x KitKat, 2 x Kims Chips 25g., 1 x Haribo 500g., 2 x Twix mini, 2 x Snickers mini

Minibar v/alkohol kr. 129 (umborð kr. 149)
2 x vatn 50cl., 2 x brúsvatn 33cl., 2 x Coca Cola 33cl., 2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl., 2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl., 1 x reyðvín Casa Major, 2 x Kims Chips 25g., 2 x Twix mini, 2 x Snickers mini

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. Bílegg á tlf. 345900 ella skriva til booking@smyrilline.fo.

Minibarr umborð

Heitir pottar

Her fært tú hita og vælveru við útsýni yvir Norðuratlantshavið. Heitu pottarnir eru til tín, ið vilt hava eitt sindur meiri. Vit hava tríggjar pottar við heitum sjógvi. Pláss er fyri seks fólkum í hvørjum potti. Tá ið tú bíleggur, verða kr. 100 lagdar í goymslugjaldi fyri baðikápu og inniskógvar. Tey verða latin innaftur, tá ið tíðin er farin. So fært tú eisini kr. 80 aftur. Heitu pottarnir eru í stýriborði har afturi á dekk 7. Tað slepst til pottarnar við at fara gjøgnum gangin út móti kamari 7501. Ein av manningini hjá Smyril Line hevur heitu pottarnar um hendi. Hetta fólkið hjálpir tykkum við øllum.

Hitapottur (upp til 6 fólk) fyri 1 tíma: kr. 199 

• Bílagt verður í móttøkuni á dekk 5.
• Mælt verður til at halda seg til avtalaðar tíðir.
• Heitir pottar kunnu bara bíleggjast umborð.   

Heitir pottar

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues