Íslands pakkaferð í august

Fráferð úr Havnini er mikudag, og koma í Seyðisfirði er hósmorgun. Heimferð úr Seyðisfirði er hósmorgun vikuna eftir, og koma til Havnar er fríggjamorgun.

Hugnaligu smátturnar við Selfoss, ið vanliga verða nevndar Minniborgir, verða tykkara tilhald á ferðini. Við hesum hava tit møguleika at vitja eitt nú Gullfoss, Geysir, Bláa Lónið, Thingvellir og Reykjavík. 

Teinurin frá Seyðisfirði er umleið 600 km, og ávegis verður gist á bóndagarðsgistingarhúsi við Smyrlabjørg. 

Á ferðini koyra tit fram við merkisstøðum, sum t.d. Jökulsarlón, har tit síggja ísflakar, sum eru brot av Vatnajökli liggja og flóta.

Seinastu náttina, áðrenn siglt verður heimaftur, gista tit á Hotel Snæfell á Seyðisfirði. 

Hotel Smyrlabjørg: Bóndagarðsgistingarhús í friðsæla umhvørvinum við Vatnajökull. Staðið er kent fyri at hava góða matstovu. Kømurini eru rúmlig og hava allar hentleikar. Les meira her.

Minniborgir: Væl umtóktur frítíðardepil við 22 smáttum frá 30 – 100 m2, harav flestu hava egnan hitapott. Á staðnum er eitt nú matstova, barr, felagsøki við grill og spælipláss. Les meira her.

Hotel Snæfell: Hotellið heldur til í trimum hugnaligum og søguligum húsum í Seyðisfirði, og hvørt kamar hevur sín serliga stíl og sermerki. Les meira her.

Pakkaprísur


Prísur fyri 2 vaksin

Kamar u/vindeyga: úr kr. 14.590

Kamar v/vindeyga: úr kr. 15.180

Kamar v/dupultsong & vindeyga: úr kr. 15.680

Luksuskamar: úr kr. 16.780


Prísur fyri 2 vaksin & 2 børn (3-11 ár)

Kamar u/vindeyga: úr kr. 18.490

Kamar v/vindeyga: úr kr. 19.080

Luksuskamar: úr kr. 20.680
 

  • Íroknað
    • Ferð við Norrönu Tórshavn-Seyðisfjörður og aftur
    • Kamar umborð
    • ​1 bilur (undir 1,90m h & upp til 5m l)
    • 1 nátt á Hotel Smyrlabjörg, tætt við Jökulsárlón, íroknað morgunmat
    • 5 nætur í smáttu (40m2) á Minniborgir í Selfoss íroknað seingjarklæðir og reingerð
    • 1 nátt á Hotel Snæfell í Seyðisfirði íroknað morgunmat
  • Møgulig tilkeyp
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð og spar pening. Sí prísir og annað her.
    • Armband til børnini: Sí prísir her
    • Bílegg minibarr umborð áðrenn fráferð. Les meira her
    • Morgunmatur á Minniborgir er kr. 110 fyri hvønn pr. dag
Ring til okkum á +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð. Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

 

Íblástur & tilkeyp

  • Seyðisfjörður

    Seyðisfjörður

    Seyðisfjørður er fyrsta og seinasta uppihaldsstaðið í Íslandi, tá tú ferðast við Norrønu. Her er atløguhavnin hjá Norrønu. Um summarið er eitt blómandi lív á Seyðisfirði – náttúra og mentan  renna saman í eina hægri eind – Fleiri kaféir og matstøð mynda lítlu bygdina, ið einans húsar 700 íbúgvum vetrarhálvuna.

     

  • Gylti ringurin

    Gylti ringurin

    Gylti Ringurin, er best umtókta rutan hjá ferðafólki í Íslandi. 300 km langi teinurin, spennir seg frá høvuðstaðnum Reykjavík til suður Íslands og aftur. Tríggir høvuðssteðgir er á vegnum: Tingvøllir, Gullfossur og geotermiska økið Haukadalur, sum er kendast fyri goskeldurnar Geysir og Strokkur.

    Reykjavík er høvuðstaður - umframt størsti býurin í Íslandi. Býarøkið er umleið 274 km2 við 200.000 íbúgvum. Býurin hevur mangt og hvat at bjóða býarborgarum og vitjandi – m.a. stásiligu Hallgrímskirkjuna, víðagitnu konserthøllina Hørpuna og heilsustimbrandi Bláa Lónið – ið er uttandura svimjuhylur og gosbað.

  • Vík

    Vík

    Vík er sunnasta bygdin í Íslandi og liggur á ringvegnum umleið 180 km frá Reykjavík - einar 2 tímar við bili. Ísland hevur fleiri gosstrendur, men Reynisfjarastrondin, við svarta sandinum – er heilt vist tann mest áhugaverda og víðagitnasta av øllum. Tað er lætt at finna hesa, um ein koyrir á ringvegnum, sum gongur igjøgnum Vík í Mýrdali – Ein gongutúrur á svørtu strondini verður heilt víst viðmæltur.

  • Tjóðarlundin Skaftafell

    Tjóðarlundin Skaftafell

    Tjóðarlundin Skaftafell varð grundløgd í 1967, men í árinum 2008 gjørdist hon ein partur av størru tjóðarlundini Vatnajøkull. Samlað fevna bæði økini á umleið 14.200 km2 , á henda hátt næststørsta tjóðarlundin í øllum Evropa. Tjóðarlundin Skaftafell liggur við fótin av næststørsta jøkulinum í Íslandi, ið nevnist Vatnajøkul – sum breiðir seg yvir eitt øki á 8.100 km2 og er 1 km djúpur í støðum. Vit viðmæla ein gongutúr til til tann framúr flotta Svartafoss.

  • Jøkulsárlón

    Jøkulsárlón

    Jøkulsárlón er mest kendi íspollurin í Íslandi. Hesin liggur í landsynningspartinum av ringvegnum, passaliga væl fyri - á hálvari leið millum Tjóðarlundina Skaftafell og Høfn. Jøkulsárlón er fylt við bránaðum ísi frá jøklinum Breiðamerkur, sum er ein partur av Vatnajøkulli – størsti jøkulin í Evropa. Her kanst tú spáka tær ein túr á Diamantstrondini – ella hví ikki royna siglitúrin á jøkulpollinum og uppliva ísfjøllini strúka tætt framvið tær – um hugur tín tráar eftir fleiri ævintýrum, er møguleikin eisini at royna jøkul-útferðirnar.

  • Seljalandsfossur

    Seljalandsfossur

    Ein avbera sjáldsamur fossur í ánni Seljalandsá, umleið 30 km vestanfyri Skógar - við eini hædd á 60 m og eini fótstøðu aftureftir úr klettarbotninum – umframt eini sera spjaddari vatnmongd í sjálvum fallinum. Hetta er einasti kendi áarløkur av slíkum slag, har møguleiki er at spáka sær ein túr afturundir fossin. Fossurin er avbera vakur á at líta - og tískil prýðir hann manga bók og kalendara, ið eru útkomin seinastu árini.

  • Skógafoss

    Skógafoss

    Framvið ringvegnum, bert fáar kilometrar frá suðurstrond Íslands, liggur bygdin Skógar. Skógar er ein kendur summarbýarmiðdepil – frístaður, umgyrdur við sjáldsomum náttúruvakurleika. Einamest er tað útsýnið yvir Skógarfoss og snjókladdu jøkuls-hæddirnar, ið bergtaka tey vitjandi. Tvær bygdir eru nevndar við sama navnið. Tann eina eitur Ytri-Skógar, ið liggur fyri vestan – og fyri eystan, Eystri-Skógar - báðar bygdirnar liggja stutt frá hvørji aðrari. Ytri Skógar, oftast nevnd Skógar, er høvuðsbygdin – Millum Skógár og Kverná liggur ein gamal bóndagarður við eini kirkju frá 1890. Mest áhugverdur av øllum er uttan iva Skógáfossurin, við síni 60 m hædd. 

Lætt sum barnamatur!

Vit hava sett eitt serligt matartilboð saman til børnini.
Í matartilboðnum fáa børnini eitt armband, sum gevur atgongd til morgunmat, miðmála og døgurða við einari drykkjuvøru (1 sodavatn, 1 vatn ella 1 juice) til hvørja máltíð. 

Armbandið er galdandi í The Diner og Norröna Buffet, og barnið má fylgjast við einum vaksnum, tá ið etið verður í matstovunum. Armbandið er ikki galdandi í Simmer Dim. 

Máltíðirnar í The Diner eru galdandi millum kl. 07:00-10:00, 12:00-14:00 og 18:00-20:00.
 

Einvegis prísir
(um bílagt verður áðrenn fráferð)

Føroyar-Danmark ella Danmark-Føroyar
Føroyar-Ísland ella Ísland-Føroyar
 

Barn  (3-11 ár): kr. 125
Umborðprísur: kr. 179

Barn (12-15 ár): kr. 200
Umborðprísur: kr. 289
 

Simmer Dim

Til ber eisini at eta í Simmer Dim saman við vaksnum - tú tekur bara matin, sum tær dámar best frá The Diner ella Norröna Buffet, við inn í matstovuna.


Soleiðis bíleggur tú

Ring og bílegg á 34 59 00, ella skriva til booking@smyrilline.fo.
Tá tú kemur umborð, verður barnaarmbandið útflýggjað í The Diner. 

Minibarr

Minibarr kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Tú fær ymsar leskidrykkir, vín, øl & snacks við í tilkeypinum. Um minibarr ikki er bíløgd, er køliskápið afturlatið.

Til ber at velja ímillum minibarr við ella uttan alkohol. Sí innihaldið niðanfyri.

Minibarr í luksuskømrunum og Suituni er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.
 

Minibar uttan alkohol kr. 89
(prísur umborð kr. 119)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Fanta 33cl.
1 x KitKat
2 x Kims Chips 25g.
1 x Haribo góðgæti 500g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini

 

Minibar við alkohol kr. 129
(prísur umborð kr. 149)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl.
2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl.
1 x Reyðvín Casa Major
2 x Kims Chips 25g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini


Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. ​

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues