Uppliv vøkru náttúruna á Eysturlandinum

Fráferð úr Føroyum hvønn mánadag í tíðarskeiðnum 3. mai til 31. mai 2021 

Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá týsmorgni kl. 09:00 til mikukvøld kl. 20:00. Hetta ger, at tú hevur fríar ræsur at hyggja teg um har á leiðini.

Um tú velur at taka bilin við á ferðini, er lagamanni at vitja hugnaligu grannabygdirnar, ella uppliva serstaka landslagið við Mývatn. Um tú velur Mývatn, mæla vit til at hava svimjiklæðini við.

Tú býrt umborð, meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði, og er hetta sostatt títt gistingarhús á allari ferðini. 

Fyri hvønn, tá 2 ferðast saman


Kamar u/vindeyga: kr. 1.195

Kamar v/vindeyga: kr. 1.395

Kamar við dupultsong: kr. 1.595

Luksuskamar: kr. 1.795

Nordic Deluxe: kr. 1.995

Svita: kr. 2.195

  • Íroknað
    • Snarferð Tórshavn-Seyðisfjörður-Tórshavn
    • Kamar umborð
  • Møgulig tilkeyp
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð og spar pening. Sí prísir og annað her.
    • Armband til børnini. Les meira her.
    • Børn 12 – 15 ár: kr. 1.120
    • Børn 3 – 11 ár: kr. 560
    • Børn 0 – 2 ár: ókeypis
    • Bilur undir 1,9 m H og upp til 5 m L: kr. 499
Bílegg á tlf. +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð. Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

 

Koyrimøguleikar

Hevur tú bilin við, vísa vit á nøkur av sermerktu støðunum á eystursíðuni í Íslandi
 

Egilstaðir

Úr Seyðisfirði tekur tað einans ein hálvan tíma at koyra til Egilstaðir. Sí koyrivegleiðing.
Har eru góðir møguleikar til shopping og so er ein góður svimjihylur í nánd. Eisini er nógv søguligt at síggja og vøkur náttúra. Les um Egilstaðir her
 

Mývatn

Tað tekur umleið 2,5 tímar at koyra til Mývatn, sum er eitt mini Bláa Lónið. Eitt satt byggilistaprýði har gestirnir kunnu slappa av í lónini ella í natúrliga dampbaðnum. Sí prísir o.a. her.


Eskifjörður

1 tíma við bili sunnan fyri Seyðisfjörð liggur Eskifjörður, sum hevur ymiskt áhugavert at bjóða, hóast tað er ein lítil býur. Svimjihylurin í býnum hevur tveir hitapottar, rutsjubana, og ein langhyl á 25 metrar. Í vetrarhálvuni ber eisini til at standa á skíð. Les um Eskifjörð her.
 

Seyðisfjörður

Norröna leggur at á Seyðisfirði. Sjálvur fjørðurin er áleið 17 kilometur langur. Á heimasíðuni hjá Visit Seyðisfjørði ber til at lesa meira um fjørðin, fjøllini og aðrar upplivingar á staðnum. Les meira her
 

Eysturlandið

Á Eysturlandinum er alt frá jøklum, skógum, fuglabjørgum til smalar og vakrar firðir.
Les meira um Eysturlandið her.

Vök Baths

Tak tær av løttum í friðsæla náttúrubaðumhvørvinum Vök.

Náttúrubaðumhvørvið er ein spildurnýggjur jarðhitamiðdepil, sum liggur í vakra Urriðavatninum í Eysturíslandi. Náttúrbaðið Vök liggur einans 5 km norðurvestanfyri Egilstaðir – størsta búðsetingin á hesum øki liggur eystanfyri og hevur serstakt vitjanarvirði, tá ferðast verður herumleiðir.

Náttúrubaðið Vök fær hitaorku sína úr jarðhitaumhvørvinum í økinum og saman við einum framúr útsýni yvir sjógvin og restina av landslagnum, skapar eitt stórsligið upplívilsi fyri tey vitjandi.

Legg gerandisdagin frá tær og lat hugin ferðast frítt í hesi avbera vøkru, óspiltu náttúru og njót løtuna í landsins fyrstu røð av flótandi hitahyljum.

Sí nærri kunning um staðið her vok-baths.is

Jarðböðin (Mývatn)

Náttúrubaðið Jarðböðin í Mývatn verður ofta kallað: “Lítla Bláa Lónið”. Um tú leitar eftir eini serstakari baðuppliving fyri rímiligan prís, viðmæla vit at tú vitjar náttúrubaðið Jarðböðin, har tú sleppur undan at stilla teg í bíðirað.

Sí nærri kunning her.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues