Koyrimøguleikar
Hevur tú bilin við, vísa vit á nøkur av sermerktu støðunum á eystursíðuni í Íslandi
Egilstaðir
Úr Seyðisfirði tekur tað einans ein hálvan tíma at koyra til Egilstaðir. Sí koyrivegleiðing.
Har eru góðir møguleikar til shopping og so er ein góður svimjihylur í nánd. Eisini er nógv søguligt at síggja og vøkur náttúra. Les um Egilstaðir her
Mývatn
Tað tekur umleið 2,5 tímar at koyra til Mývatn, sum er eitt mini Bláa Lónið. Eitt satt byggilistaprýði har gestirnir kunnu slappa av í lónini ella í natúrliga dampbaðnum. Sí prísir o.a. her.
Eskifjörður
1 tíma við bili sunnan fyri Seyðisfjörð liggur Eskifjörður, sum hevur ymiskt áhugavert at bjóða, hóast tað er ein lítil býur. Svimjihylurin í býnum hevur tveir hitapottar, rutsjubana, og ein langhyl á 25 metrar. Í vetrarhálvuni ber eisini til at standa á skíð. Les um Eskifjörð her.
Seyðisfjörður
Norröna leggur at á Seyðisfirði. Sjálvur fjørðurin er áleið 17 kilometur langur. Á heimasíðuni hjá Visit Seyðisfjørði ber til at lesa meira um fjørðin, fjøllini og aðrar upplivingar á staðnum. Les meira her.
Eysturlandið
Á Eysturlandinum er alt frá jøklum, skógum, fuglabjørgum til smalar og vakrar firðir.
Les meira um Eysturlandið her.
Vök Baths
Tak tær av løttum í friðsæla náttúrubaðumhvørvinum Vök.
Náttúrubaðið Vök er ein jarðhitamiðdepil, sum liggur beint við Egilsstaðir. Einans 30 km frá Seyðisfirði.
Náttúrubaðið Vök fær hitaorku sína úr jarðhitaumhvørvinum í økinum. Her kanst tú njóta framúr góða útsýni yvir sjógvin og vakra landslagið.
Legg gerandisdagin frá tær og lat hugin ferðast frítt í hesi avbera vøkru, óspiltu náttúru og njót løtuna í flótandi hitahyljum.
Sí nærri kunning um staðið her vok-baths.is
Jarðböðin (Mývatn)
Náttúrubaðið Jarðböðin í Mývatn verður ofta kallað: “Lítla Bláa Lónið”. Um tú leitar eftir eini serstakari baðuppliving fyri rímiligan prís, viðmæla vit at tú vitjar náttúrubaðið Jarðböðin, har tú sleppur undan at stilla teg í bíðirað.
Sí nærri kunning her.