Uppliv Eysturlandið í Íslandi

Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá týsmorgni kl. 09:00 til mikukvøld kl. 20:00. Hetta ger, at tú hevur fríar ræsur at hyggja teg um har á leiðini. Tú býrt umborð, meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði, og er hetta sostatt títt gistingarhús á allari ferðini.

Bilin við
Um tú velur at taka bilin við á ferðini, er lagamanni at koyra runt á Eysturlandinum, vitja hugnaligu grannabygdirnar, ella uppliva serstaka landslagið. Her kanst tú lesa meira um Eysturlandið, og hvat tað hevur at bjóða: Visit Austurland (east.is). Sí eisini koyrimøguleikar og annað longur niðri á síðuni.

Fráferðir
Apríl: 22. og 29.
Mai: 6., 13. og 27.
September: 9., 16., 23. og 30.
Oktober: 7., 14., 21. og 28.
November: 4., 11. og 18.

Úr 2.209,- fyri hvønn

Fyri hvønn, tá 2 ferðast saman

Kamar uttan vindeyga: kr. 2.209

Kamar við vindeyga: kr. 2.609

Kamar við dupultsong og vindeyga: kr. 2.859

Luksuskamar: kr. 3.449

Nordic luksuskamar: kr. 3.649

1 ferðandi

Einakamar við vindeyga: kr. 3.754


GG: Ferðin skal gjaldast við bílegging.

  • Íroknað:
    • Cruise Tórshavn – Seyðisfjörður – Tórshavn
    • Kamar uttan vindeyga
  • Møgulig tilkeyp:
    • Barn 0 – 2 ár: kr. 104
    • Barn 3 – 11 ár: kr. 784
    • Barn 12-15 ár: kr. 1.464
    • 1 bilur <1,9m H & 5m L: kr. 1.780
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð. Sí prísir og annað her.
Sí prísir & bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

 

 

Seyðisfjörður

Norröna leggur at á Seyðisfirði. Sjálvur fjørðurin er áleið 17 kilometur langur. Á heimasíðuni hjá Visit Seyðisfjørði ber til at lesa meira um fjørðin, fjøllini og aðrar upplivingar á staðnum. 

Les meira
. . . .

    Vök Baths

    Tak tær av løttum í friðsæla náttúrubaðumhvørvinum Vök. Náttúrubaðið er ein jarðhitamiðdepil, sum liggur beint við Egilsstaðir. Einans 30 km frá Seyðisfirði. Náttúrubaðið Vök fær hitaorku sína úr jarðhitaumhvørvinum í økinum. Her kanst tú njóta framúr góða útsýnið yvir sjógvin og vakra landslagið.

    Legg gerandisdagin frá tær og lat hugin ferðast frítt í hesi avbera vøkru, óspiltu náttúru og njót løtuna í flótandi hitahyljum. 

    Les meira
    . . . . . .

      Egilsstaðir

      Úr Seyðisfirði tekur tað einans ein hálvan tíma at koyra til Egilsstaðir. Sí koyrivegleiðing. Har eru góðir møguleikar til shopping, og so er ein góður svimjihylur í nánd. Eisini er nógv søguligt at síggja og vøkur náttúra. Náttúrubaðið Vök liggur einans fáar minuttir við bili frá Egilsstaðir. 

      Les meira
      .

      Jarðböðin við Mývatn

      Náttúrubaðið Jarðböðin í Mývatn verður ofta kallað: “Lítla Bláa Lónið”. Um tú leitar eftir eini serstakari baðuppliving fyri rímiligan prís, viðmæla vit at tú vitjar náttúrubaðið Jarðböðin, har tú sleppur undan at stilla teg í bíðirað. Tað tekur umleið 2,5 tímar at koyra til Mývatn frá Seyðisfirði. 

      GG: Náttúrubaðið er ikki opið túrarnar 16. og 23. oktober.

      Les meira
      . . . .

        Eskifjörður

        1 tíma við bili sunnan fyri Seyðisfjörð liggur Eskifjörður, sum hevur ymiskt áhugavert at bjóða, hóast tað er ein lítil býur. Svimjihylurin í býnum hevur tveir hitapottar, rutsjubana, og ein langhyl á 25 metrar. Í vetrarhálvuni ber eisini til at standa á skíð. 

        Les meira
        .

        Katalog

        Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

        Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.