Uppliv Eysturlandi í Íslandi

Kom cruise við Norrönu til Íslands í oktober. Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá týsmorgni kl. 09:00 til mikukvøld kl. 20:00. Hetta ger, at tú hevur fríar ræsur at hyggja teg um har á leiðini. Tú býrt umborð, meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði, og er hetta sostatt títt gistingarhús á allari ferðini.

Her kanst tú lesa meira um Eysturlandið, og hvat tað hevur at bjóða: Visit Austurland (east.is)

Fráferðir

03/10
10/10 Heystfrítíðin
17/10
24/10

Tónleikur á túrinum

Hesir fara at spæla góðan live tónleik á túrunum:

03/10 Kim Hansen
10/10 Ólavur á Váli
17/10 Rani Nolsøe
24/10 Eyðun Nolsøe

Bilin við

Um tú velur at taka bilin við á ferðini, er lagamanni at koyra runt á Eysturlandinum, vitja hugnaligu grannabygdirnar, ella uppliva serstaka landslagið.

Sí skránna, koyrimøguleikar og annað longur niðri á síðuni.

 

 

Úr 995,-


Fyri hvønn, tá 2 ferðast saman

Kamar uttan vindeyga: kr. 995

Kamar við vindeyga: kr. 1.295

Kamar við dupultsong & vindeyga: kr. 1.495


GG: Ferðin skal gjaldast við bílegging!

  • Íroknað
    • Cruise Tórshavn – Seyðisfjörður – Tórshavn
    • Kamar umborð
  • Møgulig tilkeyp
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð og spar pening. Sí prísir og annað her.
    • Armband til børnini. Les meira her.
    • Barn 0 – 2 ár: ókeypis
    • Barn 3 – 11 ár: kr. 405
    • Barn 12-15 ár: kr. 810
    • 1 bilur <1,9m H & 5m L: kr. 499
    • 1 bilur <2,5m H & 5m L: kr. 799
Bílegg á tlf. +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo Bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð. Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali.

Koyrimøguleikar

Hevur tú bilin við, vísa vit á nøkur av sermerktu støðunum á eystursíðuni í Íslandi
 

Egilstaðir

Úr Seyðisfirði tekur tað einans ein hálvan tíma at koyra til Egilstaðir. Sí koyrivegleiðing.
Har eru góðir møguleikar til shopping og so er ein góður svimjihylur í nánd. Eisini er nógv søguligt at síggja og vøkur náttúra. Les um Egilstaðir her
 

Mývatn

Tað tekur umleið 2,5 tímar at koyra til Mývatn, sum er eitt mini Bláa Lónið. Eitt satt byggilistaprýði har gestirnir kunnu slappa av í lónini ella í natúrliga dampbaðnum. Sí prísir o.a. her.


Eskifjörður

1 tíma við bili sunnan fyri Seyðisfjörð liggur Eskifjörður, sum hevur ymiskt áhugavert at bjóða, hóast tað er ein lítil býur. Svimjihylurin í býnum hevur tveir hitapottar, rutsjubana, og ein langhyl á 25 metrar. Í vetrarhálvuni ber eisini til at standa á skíð. Les um Eskifjörð her.
 

Seyðisfjörður

Norröna leggur at á Seyðisfirði. Sjálvur fjørðurin er áleið 17 kilometur langur. Á heimasíðuni hjá Visit Seyðisfjørði ber til at lesa meira um fjørðin, fjøllini og aðrar upplivingar á staðnum. Les meira her
 

Eysturlandið

Á Eysturlandinum er alt frá jøklum, skógum, fuglabjørgum til smalar og vakrar firðir.
Les meira um Eysturlandið her.

Vök Baths

Tak tær av løttum í friðsæla náttúrubaðumhvørvinum Vök.

Náttúrubaðið Vök er ein jarðhitamiðdepil, sum liggur beint við Egilsstaðir. Einans 30 km frá Seyðisfirði.

Náttúrubaðið Vök fær hitaorku sína úr jarðhitaumhvørvinum í økinum. Her kanst tú njóta framúr góða útsýni yvir sjógvin og vakra landslagið.

Legg gerandisdagin frá tær og lat hugin ferðast frítt í hesi avbera vøkru, óspiltu náttúru og njót løtuna í flótandi hitahyljum.

Sí nærri kunning um staðið her vok-baths.is

Jarðböðin (Mývatn)

Náttúrubaðið Jarðböðin í Mývatn verður ofta kallað: “Lítla Bláa Lónið”. Um tú leitar eftir eini serstakari baðuppliving fyri rímiligan prís, viðmæla vit at tú vitjar náttúrubaðið Jarðböðin, har tú sleppur undan at stilla teg í bíðirað.

Sí nærri kunning her.

Skrá fyri túrin

Mánadagur

13:00 Miðmáli í Nóatúni
13:00 Fráferð (Landgongin verður tikin kl 12:00)
14:00 Svimjihylurin, sauna og fitness hava opið
17:00 Hitapottarnir hava opið *
17:30 Matstovurnar hava opið
20:00 Live tónleikur í Undirhúsinum

Týsdagur

07:00 Morgunmatur í Nóatúni og Skansagarði
07:00 Svimjihylurin, sauna og fitness hava opið
10:00 Koma Seyðisfjørður
10:00 Møguleiki at fara í land
13:00 Hitapottarnir hava opið *
18:30 Matstovurnar hava opið
20:00 Live tónleikur í Undirhúsinum

Mikudagur

07:00 Morgunmatur í Nóatúni og Skansagarði
07:00 Svimjihylurin, sauna og fitness hava opið
18:30 Matstovurnar hava opið
20:00 Live tónleikur í Undirhúsinum
21:00 Fráferð Seyðisfjørður
(Landgongin verður tikin kl 20:00)

Hósdagur

07:00 Morgunmatur í Nóatúni og Skansagarði
08:00 Svimjihylurin, sauna og fitness hava opið
10:00 Hitapottarnir hava opið *
12:00 Miðmáli í Munkastovu og Nóatúni
16:00 Koma Tórshavn

* Bílegg pláss í móttøkuni


GG: Allar tíðir eru skipstíðir, tvs. føroysk tíð.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.