10 áhugaverd støð at vitja
Smyril Line hevur regluligar fráferðir til Íslands alt árið. Vit kunnu bjóða eina ógloymandi ferð við Norrønu - umframt pakkaferðir, ymiskar útferðir og rundferðir alt eftir áhugamálum.
Okkara úrval av sjálvkoyrandi stevnuskráum og rutum er fjølbroytt og við ymsum farleiðum. Vit eru sannførd um, at okkara royndir geva okkum førleikan at smíða tína dreymaferð til grannan handan hav.
Norröna leggur at bryggju á Seyðisfirði í eystur Íslandi, har fólk búgva spjatt og har náttúruríkidømið er á høgum støði. Her er møguleiki at vitja smá bygdaløg, stórslidnar strendur, trongar firðir, endaleysar áir og trøllakent fjallalendi.
Kundi tú hugsa tær at uppliva eitthvørt framúrskarandi í Íslandi?
Men kanska aftrar tú teg, grundað á hækkandi talið av ferðafólki – einamest kring Reykjavík (Gylti Ringurin) Legg tær í geyma, at vit eru serfrøðingar í at eyðmerkja umráði í Íslandi, sum ikki eru yvirrend av ferðandi. Vit hava eina ørgrynnu av hugskotum til tann, ið ynskir sær eina framúr náttúruuppliving, har gestablíð fólk á staðnum við stoltleika vísa tær heimland sítt.
4 fyrimunir at sigla við MS Norrönu til Íslands
- Okkara ferðaráðgevar eru serkønir í Íslandi, tí Smyril Line hevur selt ferðir til Íslands seinastu 37 árini. Vit bjóða tískil dygdarferðir fyri rímiligan prís, umframt vegleiðing, ið er skræddarseymað til einhvønn tørv.
- Tá tú siglir við okkum, hevur tú møguleikan at taka egnan bil og næstan óavmarkað viðføri við.
- Umborð á Norrønu er høvið at taka sær av løttum, lata hugin sveima og njóta góða matin á ferðini.
- Tú kemur til eystur Íslands, sum er umboðandi serstakar náttúruupplivingar.