Heitar keldur í Íslandi

Fá tær eitt svalandi kav í náttúruni

Í Íslandi finnur tú serstakar heitar keldur úti í náttúruni, har tú kanst taka tær av løttum og njóta stórfingna landslagið.

Her vísa vit tær nakrar av bestu heitu hyljunum, tú kanst vitja, ið liggja á leiðini suður frá Seyðisfirði. Tann fyrsti tættast við Seyðisfjørð, og seinasti í hálendinum.

Hyljar kring Ísland

Sama hvar tú ert í Íslandi, finnur tú hyljar í náttúruni.

Eysturísland – Laugarfellslaug

Ein kelda, ið liggur á stykkinum hjá prestagarðinum á Valþjófsstaði. Hylurin er rundur, 3,5 metrar í tvørmáti, 70 sentimetrar djúpur, er 40°C og hevur ein kant, ið er gjørdur av gróti. Fyri at koma til hylin, skalt tú koyra eftir vegi 910 (Snæfellsveg) í gjøgnum Fljótdalsheiðið og síðani venda eystureftir ímóti Laugará. Koyr síðani víðari til Laugarfellsskálar og set bilin har. Hiðani er tað bert ein stuttur gongutúrur til hylin. Tað tekur umleið ein tíma at koyra frá Egilsstøðum.

Opið er frá 1. juni til 30. september. Hetta er júst nakað fyri teg, um tú fert cruise til Íslands, og hevur 30 tímar, ið skulu gagnnýtast. Staðið liggur umleið 1,5 – 2 tímar í bili frá Seyðisfirði.

Suðurísland – heitu keldurnar í Reykjadali

Tætt við bygdina Hveragerði er vakri Reykjadalur. Har møtast fleiri heitar keldur og skapa ein streym av heitum, innbjóðandi vatni, ið er upplagt at leypa í mitt úti í náttúruni. Koyr ígjøgnum Hveragerði og halt áfram ímóti fjøllunum. Frá parkeringsplássinum skalt tú ganga í umleið 1-2 tímar, treytað av gonguferðini. Við hylin eru høli at skifta í, ið eru opin, men ikki eru serliga privat. Hetta ferðamálið er sera væl umtøkt hjá bæði lokalum og ferðafólki. Tað er opið alt árið, men gøturnar kunnu vera hálar um veturin.

Hrunalaug

Beint uttanfyri bygdina Flúðir liggur Hrunalaug umgyrdur av grønum heyggjum. Hylurin er bygdur av gróti og liggur við síðuna av einum sjarmerandi gróthúsi, har skiftirúmini eru. Í húsið ber til at leggja sítt viðføri. Frá bygdini Flúðir tekur tað umleið 10 minuttir at koyra til parkeringsplássið. Harfrá er tað ein stuttur gongutúrur til hylin. Tað er opið alt árið. Ansa eftir, um runa ella ísur er á gøtunum.

Vesturísland – Guðrúnarlaug

Hesin søguligi hylurin liggur í Laugar í Sælingsdali, umleið 20 km frá Búðardali. Rundi hylurin, ið er gjørdur úr gróti, hevur eina ríka søgu, og varð í 2009 endurbygdur á staðnum, har ein eldri svimjihylur lá, ið er nevndur í gomlu íslendingasøgunum. Við síðuna av hylinum er eitt lítið skiftirúm. Tað er opið alt árið, og atkomuviðurskiftini verða hildin við líka.

Vesturfirðirnir – Hellalaug

Hellalaug liggur fjalt aftanfyri klettarnar við havið, umleið 500 metrar frá tænastustøðini í Flókalundur. Hylurin er lítil, 3-4 metur breiður og 60 cm djúpur, og er natúrligur. Havast skal í huga, at tað eru ongi skiftingarrúm við hylin. Av parkeringsplássinum gongur ein stutt gøta oman til hylin. Tað er opið  alt árið, men koyrilíkindini kunnu vera vánalig um veturin.

Hálendið – Landmannalaugar

Landmannalaugar er eitt av heilt serstøku ferðamálunum í Íslandi. Tað er kent fyri litríku rhyolitfjøllini og heitu náttúrukeldurnar, ið eru ímillum 34 – 41°C. Fyri at koma til økið, krevst ein fýrahjulari, av tí at vegirnir eru torførir at koyra eftir. Tað tekur umleið 2,5 tíma at koyra frá Hvolsvölli. Tá ið tú kemur fram, eru umstøður til kamping og at taka sær av løttum eftir ein dag við gongutúrum. Opið er frá juni til september, treytað av veðrinum og vegnum. Hyljarnir eru ein ótrúligur máti at uppliva ráu og órørdu náttúruna í Íslandi. Minst til at virða umhvørvið og fylgja leiðbeiningunum, tá tú vitjar hesi støðini.

Bóka ferðina her