11 nætur í Skallerup ella Danland Blokhus

Ger sum føroyingar flest og ferðast til Danmarkar í summar. Vit bjóða ferð við Norrönu og gisting í 11 nætur í Skallerup Seaside Resort ella Danland Blokhus. 

Vældámdi depilin Skallerup Seaside Resort við baðilandi, liggur á vestursíðuni á Jútlandi í einastandandi vøkrum nátturuumhvørvi. Kom og royn avslappaða dámin í Romulus, sum er merkt av rómverska stílinum við hentleikum so sum sauna, spa, dampbað og vælveru. 

Eisini kunnu vit viðmæla vælkenda frítíðardepilin millum føroyingar, Danland Blokhus, sum liggur beint við frálíku breiðu strondina við mjúka sandinum og sjarmerandi gongugøtuna, og sum fær ferðafólk í hópatali at vitja býin hvørt summar. Hugnaliga gongugøtan, ið liggur skamt frá, býður uppá alskyns matstovur og kafeir.

Les meira um deplarnar niðanfyri.

Fráferð úr Tórshavn
2. juni 2024

Heimferð úr Hirtshals
15. juni 2024

Úr 7.171,- fyri hvønn

tá 2 ferðast saman við vanligum bili.


Ferð og 11 nætur í Skallerup Seaside Resort:

úr 7.171,-


Ferð og 11 nætur í Danland Blokhus:

úr 7.358,-
 

Bílegg pakkaferðina á tlf. 345900 ella skriva til booking@smyrilline.fo.

  • Íroknað:
    • Fyri hvønn tá 2 vaksin ferðast saman
    • Ferð við Norrönu Tórshavn – Hirtshals og aftur
    • 2-koyggjukamar uttan vindeyga
    • 1 bilur <1,9m H & 5m L
    • 11 nætur í E2 íbúð í Skallerup Seaside Resort ella T2 íbúð í Danland Blokhus
  • Møgulig tilkeyp:
    • Barn 0 - 3 ár: úr kr. 104
    • Barn 3 - 11 ár: úr kr. 614
    • Barn 12 - 15 ár: úr kr. 1.124
    • 2-koyggjukamar við vindeyga: úr kr. 400 fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
    • Kamar við dupultsong og vindeyga: úr kr. 650 fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
    • Luksuskamar: úr kr. 1.435 fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
    • Nordic luksuskamar: úr kr. 1.635 fyri hvønn, tá 2 ferðast saman
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð. Sí prísir og annað her.
    • Bílegg minibar áðrenn fráferð (einans í kømurum við vindeyga). Sí prísir o.a. her

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

 

 

Danland Blokhus

Hesin, so vælkendi frítíðardepilin millum føroyingar, liggur í fremstu røð til breiðu strondina við mjúka sandinum, sum fær ferðafólk í hópatali at vitja býin hvørt summar. Hugnaliga gongugøtan, ið liggur skamt frá, býður uppá alskyns matstovur og kafeir. Vitjið savnið við pappírslist, høggmyndaparkina ella urtagarðin í Hune. Um hugurin skuldi verið at uppliva stórbýardámin, er frástøðan til Aalborg einans 35 km.

Á deplinum hava tit atgongd, eitt nú til innandura og uttandura svimjihyl, hitastovu og venjingar- og vælveruøki. Íbúðirnar eru hugnaligar og hava allar hentleikar, sum hoyra tíðini til.

Les meira um depilin her.
Les meira um Blokhus her.

. . . .

    Skallerup Seaside Resort

    Í Skallerup er Romelus, baðilandi, bóndagarður, ríðisentur, bowling, matstova, matvøruhandil, ørgrynna av ymsum aktivitetum o.m.a. Tað sum ger depilin áhugaverdan til tað, sum hann er, er tað einastandandi umráðið – tað er eydnast at sameina ein nýmótans depil við náttúruna.

    Tað sermerkta við deplinum er tann avslappaði dámurin við hentleikum so sum sauna, spa, dampbað. Harafturímóti ber tað eisini sera væl til at vera fysiskt aktivur ella at gera kreativar uppgávur. 

    Les meira um depilin her.

    . . . . . .

      Danland Blokhus

      Danland Blokhus

      Skallerup

      Skallerup


       

       

       

      Katalog

      Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

      Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.