Brúk fyri einum steðgi frá gerandisdegnum?

Kom við ein túr til Íslands mánadag til hósdag.

Njót nakrar dagar umborð á Norrönu við góðum mati í okkara frálíku matstovum, hugna í Undirhúsinum og Laterna Magica, einari avslappandi løtu í heitum potti og shopping.

Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá týsmorgni kl. 09:00 til mikukvøld kl. 20:00. Hetta ger, at tú hevur fríar ræsur at hyggja teg um har á leiðini.

Fráferðir
29. apríl
20. mai

Bilin við
Fyri einans 499,- kanst tú taka bilin við og koyra runt á Eysturlandinum, vitja hugnaligu grannabygdirnar, ella uppliva serstaka landslagið. Her kanst tú lesa meira um Eysturlandið, og hvat tað hevur at bjóða:  Visit Austurland (east.is).

Niðanfyri vísa vit á nøkur av sermerktu støðunum á Eysturlandinum. Vit viðmæla at fara ein túr í vælumtókta náttúrubaðið Vök Baths.

úr einans 499,-

Fráferð 29. apríl: úr 499,-

Fráferð 20. mai: úr 995,-

Fyri hvønn, tá 2 ferðast saman.

  • Íroknað:
    • Cruise Tórshavn – Seyðisfjörður – Tórshavn
    • Kamar uttan vindeyga
Sí prísir & bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

 

 

Seyðisfjörður

Norröna leggur at á Seyðisfirði. Sjálvur fjørðurin er áleið 17 kilometur langur. Á heimasíðuni hjá Visit Seyðisfjørði ber til at lesa meira um fjørðin, fjøllini og aðrar upplivingar á staðnum. 

Les meira
. . . .

    Vök Baths

    Tak tær av løttum í friðsæla náttúrubaðumhvørvinum Vök. Náttúrubaðið er ein jarðhitamiðdepil, sum liggur beint við Egilsstaðir. Einans 30 km frá Seyðisfirði. Náttúrubaðið Vök fær hitaorku sína úr jarðhitaumhvørvinum í økinum. Her kanst tú njóta framúr góða útsýnið yvir sjógvin og vakra landslagið.

    Legg gerandisdagin frá tær og lat hugin ferðast frítt í hesi avbera vøkru, óspiltu náttúru og njót løtuna í flótandi hitahyljum. 

    Les meira
    . . . . . .

      Egilsstaðir

      Úr Seyðisfirði tekur tað einans ein hálvan tíma at koyra til Egilsstaðir. Sí koyrivegleiðing. Har eru góðir møguleikar til shopping, og so er ein góður svimjihylur í nánd. Eisini er nógv søguligt at síggja og vøkur náttúra. Náttúrubaðið Vök liggur einans fáar minuttir við bili frá Egilsstaðir. 

      Les meira
      .

      Jarðböðin við Mývatn

      Náttúrubaðið Jarðböðin í Mývatn verður ofta kallað: “Lítla Bláa Lónið”. Um tú leitar eftir eini serstakari baðuppliving fyri rímiligan prís, viðmæla vit at tú vitjar náttúrubaðið Jarðböðin, har tú sleppur undan at stilla teg í bíðirað. Tað tekur umleið 2,5 tímar at koyra til Mývatn frá Seyðisfirði. 

      Les meira
      . . . .

        Eskifjörður

        1 tíma við bili sunnan fyri Seyðisfjörð liggur Eskifjörður, sum hevur ymiskt áhugavert at bjóða, hóast tað er ein lítil býur. Svimjihylurin í býnum hevur tveir hitapottar, rutsjubana, og ein langhyl á 25 metrar. Í vetrarhálvuni ber eisini til at standa á skíð. 

        Les meira
        .

        Katalog

        Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

        Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.