Lítil pakki - stórar upplivingar
Frítíðarkortið kann nýtast sum vanligt gjaldskort í øllum Smyril Line samtakinum: Smyril Line, umborð á Norrönu, Hotel Hafnia, Hotel Brandan, Húsagarður, Kafé Kaspar og Katrinu Christiansen. Gev teimum nærmastu ein lítlan pakka, og tey avgerða sjálvi, hvat tey brúka tað til.
Stórar upplivingar sum at ferðast við Norrönu, eta góðan mat í nýggju matstovuni Húsagarður, gista á hotel, fara til vínsmakking ella royna tapas í fjálgum hølum hjá Katrinu Christiansen. Alt hetta við einum og sama frítíðarkortið.
Støkk inn á gólvið hjá okkum Yviri við Strond 1 og fá gávuna við tær heim. Opið er allar gerandisdagar millum kl. 08.00 til kl. 17.00.
Um tú bíleggur Frítíðarkortið á netinum verður tað sent úr Danmark, og tískil kann væntast, at tað tekur umleið 1 viku at fáa tey um hendi. Bíleggur tú Frítíðarkortið á skrivstovuni hjá okkum, fært tú kortið samstundis sum tú bíleggur.
Ynskja tit fleiri frítíðarkort t.d. til starvsfelagar, ber til at skriva til okkum á booking@smyrilline.fo.