Nógvir møguleikar

Møguleikarnir eru óendaliga nógvir, tá ferðast verður í Evropa, og ringt er at velja, hvar ein skal fara. Við egnum bili kunnu tit vera so spontan sum tit vilja, tit avgerða sjálvi, nær og hvar leiðin gongur.

Koyra tit suðureftir, er møguligt at vitja stórbýir sum Berlin, Amsterdam, París og Prag. Allir eru teir áhugaverdir, men ymiskir á hvør sín hátt. Frástøðan frá býi til bý er ikki long, so uppá stutta frástøðu kunnu tit uppliva mangt og hvat. 

Frástøður úr Hirtshals
Meginlandið er stórt, men tímarnir eru fáir, tá hugsað verður um, hvar býirnir eru í mun til Hirtshals.

Berlin: 7 tímar
Amsterdam: 9 tímar
Prag: 11 tímar
París: 14 tímar
Milano: 15 tímar
Gardasjógvurin: 17 tímar
Róm: 21 tímar
Barcelona: 21 tímar

Gevið gætur 
Í fleiri og fleiri býum í Europa verður nú kravt, at akfør hava eitt umhvørvismerki á bilinum. Umhvørvismerkið kann bíleggjast og gjaldast her. Mælt verður til at bíleggja hetta í góðari tíð.

Pakkaferðir

Niðanfyri síggjast spennandi pakkaferðir í Evropa. Havast skal í huga, at hetta bert eru dømi, og vilja vit tí fegin finna aðrar fráferðir ella frítíðardeplar í felag við tær.

Melda til tíðindabræv

Ynskir tú at móttaka tíðindabrøv?

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi